Demokratarnir nummar fýra

Hevði val verið til svenska Ríkisdagin í dag, hevði hann høgrasinnaði flokkurin Sverigedemokraterna fingið so mikið stóra framgongd, at hann hevði verið tann fjórðstørsti av teimum svensku flokkunum.

Ein meiningakanning, sum Sifo hevur gjørt, gevur Sverigedemokraterna 6,6 prosent av atkvøðunum, og tað er 1,9 prosentstig meiri enn í einari tilsvarandi kanning í apríl. Valserfrøðingurin Toivo Sjörén sigur við Svenska Dagbladet, at upp undir seinasta ríkisdagsval var spurningurin um innflytararnar høvduðevnið hjá Sverigedemokraterna. Men síðani hevur flokkurin lagt seg eftit at viðgera onnur øki eisini, og tað ger, at hann fær fleiri veljarar.

Sifo-kanningin vísir, at tann reyð-grøna andstøðan er nú 10,1 prosentstig framman fyri stjórnarsamgonguna.