Karin Kjølbro
Sera áhugavert sjónarmið.
Tá útoyggjafelagið seinast hevði stevnu, nevndu bæði formaðurin í felagnum og projektleiðarin, at útoyggjarnar áttu ongan góðan á tingi, so tað kundi bert ganga framá, um Føroyar gjørdust eitt vældømi.
Hyggjuráðini hjá újaðara og útoyggjum, haldi eg -nú vallógin er broytt- verða at velja kvinnur á ting.
Kvinnur eru vanar at røkja áhugamálini hjá øðrum enn sær sjálvum. Hugsað verður m.a.um børnini, tey gomlu og tey ófulføru. Harvið verður ikki sagt, at menn ikki duga. Nakrir hava lært nakað seinastu hálvthundrað árini. Kvinnur sum heild hava dugað hetta øld eftir øld. Tað eru eisini tær, tú hoyrir tosa við eldhuga um útjaðara og útoyggjar uttan mun til um val er í hondum.
Við Føroyum sum eitt valdømi fáa útjaðara- og útoyggjafólk ein nýggjan óroyndan møguleika nevniliga at velja eina kvinnu