Mikukvøldið verður sokallað Demokratia-kvøld, har felagið skipar fyri fyrilestrum kring landið, við tí endamálið at eggja kvinnur til at fara upp í politikk. Mikukvøldið 25. november er triðja og seinasta kvøldið av eini fyrilestrarøð í seks ymsum støðum í Føroyum.
Fyrilestrarnir viðgera evni, sum snúgva seg um javnstøðu í politikki, um demokrati
og politisk rættindi og um aðrar spurningar, ið eru viðkomandi fyri arbeiðssetningin hjá Demokratiu, sum er økt javnstøða í politikki.
Fyrilestrar verða í skúlanum í Miðvági, í Sjúkrarøktafrøðiskúlin í Tórshavn, í Handilsskúlin á Kambsdali, í Tekniski skúlin í Klaksvík, í skúlanum á Sandi og í Skúladepilnum í Suðuroy.
Meira kann frættast um fyrilestrarnar á heimasíðuni hjá Demokratia www.demokratia.fo