Deres fingið nýggjar eigarar

Í gjár fekk Deres handilin í SMS nýggjar eigarar. Trupult hevur verið at fáa tað at hanga saman fíggjarliga og tí hevur móðurfelagið, sum hevur nógvar handlar ymsastaðni í Danmark yvirtikið handilin

Sveinur Tróndarson


Við virkningi frá 31. august í ár fekk Deres handilin í SMS nýggjar eigarar.

Tað er Deres konsernin í Danmark, sum hevur tikið yvir raksturin av forrætningini í SMS og í hesum sambandi er Peter Jensen, sum er dani, komin til Føroya at verða leiðari fyri handlinum.

Petur Jensen vil ikki beinleiðis inn á hvíteir hava yvirtikið forrætningina, men eftir tí sum skilst, so er orsøkin m. a. at tað hevur verið trupult at fáa tað at hanga saman fíggjarliga.


Hava nógvar handlar

Tað er einki óvanligt í, at tað er framleiðarin sjálvur, sum rekur útsøluna.

Peter Jensen sigur, at teir í Danmark hava »franchisarar«, men Deres konsernin eigur eini 80-90 prosent av útsølubúðunum kring alt Danmark.

Vit spurdu hann hvussu kundarnir fara at merkja at nýggir eigarar eru komnir.

? Fyrst og fremst fara vit at endurbyggja álitið á forrætningina. Vit fara at seta vøruna øðrvísið upp soleiðis, at vøran verður meira innbjóðandi.

Hann leggur afturat, at tað sjálvsagt eisini hevur týdning hvørjar vørur eru á goymslu.

? Vit fara at miða ímóti at fáa nýggjar vørur hvørja viku, soleiðis at kundin alla tíðina følir at hann fær nýggja vøru.

? Og eftir tí, sum eg havi skilt, so er tað at fáa vørur hvørja viku nakað nýtt í Føroyum.


Góður marknaður og góð plasering

Peter Jensen hevur annars einki at fýlast á tá tað um marknaðin umræður.

? Marknaðurin er stórur og har er nokk at taka av, sigur hann.

? Vit liggja sera væl fyri og her koma nógv fólk framvið hvønn dag, so vit skulu bara syrgja fyri at vøruútboð okkara er so innbjóðandi, at kundarnir koma inn til okkara.

Peter Jensen leggur afturat, at handilin neyvan fær eina betri plasering enn hana teir hava í SMS.

? Plaseringina kunnu vit avgjørt einki siga til, sigur hann.

Av tí at ein stórur partur av teimum vørunum skal skiftast út, so kundi meiri enn so hent seg, at tað verða onkur góð tilboð í nærmastu framtíð, sigur nýggi leiðarin í Deres handlinum í SMS, Peter Jensen.


Tillagast føroyska marknaðinum

Vit spurdu hann hvussu hann ætlar at reka handilin?

? Hesin handilin verður rikin á sama hátt, sum Deres handlarnir í Danmark, tó við teimum tillagingum, sum mugu og skulu til.

? Føroyar er ikki Danmark og tí eru kundarnir heldur ikki líka, sigur Peter Jensen.

Hann sigur at tað skulu verða fýra starvsfólk knýtt at handlinum.

? Vit skulu verða trý fólk í handlinum alla tíðina og tað fjórða kemur so at avloysa tá tað berst frá hjá ein av hinum trimum, sigur hann.

Peter Jensen vónar at kundarnir far at bera yvir við teimum ta fyrstu tíðina.

? Tað er nú einaferð so, tá ein kemur so brádliga inn í eina forrætning, so krevur tað tillagingar á ymsan hátt og tað vóni at kundarnir fara at góðtaka.

? Vit fara í øllum førum at gera okkara besta fyri at henda broytingartíð verður so stutt sum gjørligt, sigur Peter Jensen at enda við Sosialin.