Destinatión Føroyar

Seinastu tveir dagarnar hevur seglbáturin Celeste úr Gøteborg ligið við bryggju í Vágsbotni. Umborð eru 12 svenskarar, sum hvørt summar sigla við hesum bátinum at vitja onnur lond. Í ár er ferðamálið Føroyar

- Hetta er okkara egna lítla ævintýr. Orðini eigur Bengt Tarre, sum er skipari umborð á Celeste henda túrin.

Alt summarið og hvørt summar siglur seglbáturin Celeste ymiskar túrar til onnur lond, og tvær ymiskar manningar eru tengdar at bátinum. Manningin umborð telur 12 menn og kvinnur, øll svenskarar, búsitandi ymsastaðni í heiminum, frá Gøteborg til Luksemburg, og henda túrin er Bengt Tarre skipari, og Hampus Wenderlund 1. maður. Men Bengt Tarre greiðir frá, at hóast hann er skipari og Hampus Wenderlund er 1. maður, so eru øll javnt stillaði umborð. Altjóða sjófartslógir siga, at ein skipari og ein 1. maður skulu vera umborð, og tí hava teir hesi heitini.


Ikki fyrstu ferð í Føroyum

Fyri tveimum árum síðani var Celeste eisini í Føroyum. Tá vóru fýra av teimum tólv umborð henda túrin eisini við, millum annað Bengt Tarre og Hampus Wenderlund. Tá komu teir inn á Havnina á ólavsøku, og tískil komu teir beint inn í veitsludámin, ið liggur yvir Havnini á tjóðarhøgtíðini. Hetta endurminnir Bengt Tarre sum eina fantastiska uppliving, og henda fyrra ferðin til Føroya gav teimum hugin til at koma aftur.

- Her er ótrúliga vakurt og sera hugnaligt. Fólkini eru vinarlig og hjálpandi, og hetta er eitt fantastiskt umhvørvi at vera í, sigur Bengt Tarre um Vágsbotn og Føroyar sum heild.

Hesuferð komu tey beint eftir ólavsøkuna, men hóast veitsludámurin ikki er tann sami, so lata tey væl at. Tey síggja tað sum eina øðrvísi uppliving enn ta fyrru, og hesuferð hava tey upplivað okkurt heilt nýtt, sum tey ikki gjørdu fyrraárið.

Tey hava leigað sær ein bil hesuferð, og við honum hava tey so koyrt runt í Eysturoynni og á Streymoynni. Tey hava millum annað verið í Vestmanna, haðan tey fóru ein túr undir Vestmannabjørgini, umframt at tey hava vitjað onnur áhugaverd støð í oyggjunum.

Mestsum við ein munn siga tey øll, at tað er sera vakurt her, og halda tað vera spell, at føroyingar møguliga ikki sjálvir duga at síggja, júst hvussu serstakt og vakurt her er.


Nýta bert segl

Á ferðini til Føroya steðgaðu tey í Lerwick í Hetlandi á vegnum. Haðani gekk leiðin so víðari til Føroya, og henda ferðin gekk sera skjótt.

- Úr Lerwick til Tórshavn gekk Celeste umleið 10 míl í miðal, og mesta ferðin var 17,1 míl. Tískil var hetta ein sera skjótur túrur, og tað gekk væl at sigla. Vit sigla bert við seglum, burtursæð frá tá vit skulu inn og út úr havnunum, tá motorurin verður tikin í nýtslu, greiðir ein av manningini frá við einum erpnum brosi.

Celeste er 65 fót long, og upp í toppin á mastrini eru heilir 30 metrar. Talan er sostatt um eina av størru seglbátunum, sum er væl er væl egnaður til at sigla millum lond við.

Mánadagin klokkan 5 legði Celeste so frá bryggju aftur, og nú gongur leiðin til Orkenoyggjarnar, síðan víðari til Skagen í Danmark, haðan leiðin gongur seinasta teinin heim til Gøteborg.

Næsta ár leggja tey kanska leiðina framvið aftur í Føroyum, tá tey møguliga ætla at sigla ein túr til Íslands.