Fyrri partur
Romantisk tjóðskaparmentan
Tjóðskaparmentan er ikki tað hon hevur verið. Danski bókmentafrøðingurin Vilhelm Andersen og nógvir við honum hava havt sínar lyrisku úthellingar um uppgávuna hjá lærugreinini danskt eitt nú um nativistiskt - og ikki naivistisk - dæmdar hugmyndir um sviar sum episkir, danir lyriskir og normenn dramatiskir. Í dag verður slík sálarfrøði hildin vera innantóm og ein leivd frá einari tíð, tá málmark var sinnalagsmark. Hetta var romantisk tjóðskapartilvitan, og hon var einaferð modernað og hildin vera vandamikil.
Tá fyrstu donsku fólkafundirnir vóru hildnir á Skammelsbanken og Himmelbjerget (1839-1844) vóru njósnarar hjástaddir. Tjóðskaparrørslan var nýggj og fylt við frískari megi júst sum áðrenn og eftir 1900-talið í Føroyum. Ungdómurin hevði fosturlandshugsjónina sum sítt fylkingarmerki. Umborð á sluppunum kastaðu føroyingar sum Tróndur Olsen sigur, bygdahamin av sær og blivu føroyingar, á fólkafundum varð kollektiva dansimentanin kryddað við málsøkjandi og framskygdum røðum og á teimum stóru handils- og fiskivinnuplássunum varð skaptur ein nýggjum pallur fyri stigtakan - ein pallur fyri einstaklingin av bæði flirtandi og vinnuligum slag. Ein nýggjur felagsskapur - at vera føroyingur - varð til, og sum tað er felagsskapinum íborið hevði hetta euforiskar kenslur við sær.
Blandingsmentan
Síðan tá eru føroyingar vorðnir munin meira einstaklingar og munin stakari eisini. Verðin er samtíðis komin nærri gjøgnum miðlar, vitan og ferðir, útlendingar borðreiða fyri føroyingum og Føroyar er umframt at verða nærum heimamarknaður hjá ymsum íslendskum fyritøkum eisini vorðnar áhugaverdar hjá fleirtjóða fyritøkum sum Burger King.
Tjóðskapartíðin skapti ella undirstrikaði mørk, sum í dag eru vorðin kám. At vísa seg er lætt at skilja millum føroyingar og normenn, millum russar og týskarar, onglendingar og belgiarar: ymisk mál, ymsa søgu. Men hvørki móðurmálið ella tjóðskaparsøgan hava longur tann status tey hava havt. Hartil kemur at flestu lond seinastu áratíggjuni hava fingið nógvar innflytarar, sum eru við at leggja eitt grundgevingartrýst á tjóðskaparmentan. Limirnir í danska tónleikabólkinum Outlandish siga, at fyri teimum er amerikanskur og arabiskur tónleikur danskur. Fyri nøkrum árum síðani fortaldi ein annar bólkur við svenskt-indiskum tónleikarum, at tá teir spældu í India vórðu teir hildnir at ljóða europeiskir, og tá teir spældu í Svøríki vórðu teir hildnir at ljóða eysturlendskir. Hetta er mentan á fruktagóðum marknaðarlendi. Mentanin er kanska meira enn nakrantíð áður vorðin blandingsmentan, eisini nevnd kreolmentan. Tað grør á landamørkunum. Men hvat við tjóðskaparmentanini?
Grundtvigianarin
Ráðstevnan varð hildin á Københavns Universitet. Og í Danmark ber óivað illa til at halda eina eina ráðstevnu undir heitinum "Hvad er så danskhed?" uttan at Grundtvig og grundtviganarar hava minst ein leiklut. Soleiðis var eisini her. Millum teir politikarar, lesandi, granskarar sum søgdu sína hugsan um danskleika var danski integratións- og Europa-ráðharrin Bertel Haarder. Hann førdi fram, at fyri honum var ongin mótsetningur millum at vera grundtvigianari og halda fast við fólkaandan og so at vera evropeari. Tjóðskaparkensla er sambært honum - fult í tráð við Grundtvig - ein frummegi, hon er sum sjálvur sambindandi kærleikin. Her heldur Haarder seg til ta meira og minni filosofisku tolkingina hjá Grundtvig av Folkelighed og Folkeaand umfatandi bæði tjóðskap og lívskraft. Kenslan av at vera danskur eigur at fáa kenslurnar at leika í barmi. "Byrd og blod er Folkets Grund" sum pennur Grundtvigs sang. Vit kenna hetta frá føroyskum føðilandssangum: "Gloymdu ikki ættarbandið" osfr. Vegurin til tað universelt menniskjaliga gongur sambært Grundtvig gjøgnum tjóðskap, sum eisini umfatar frælsi hjá øðrum til vera seg sjálvi. Haarder viðgekk, at henda kraft sum allar aðrar grundleggjandi kreftir kann avlagast til nationalistiskar lærur.
Tjóðskaparkenslan er sambært Haarder tann einasta kraftin, ið er eftir í heimspolitikkinum eftir at Sovjett er fallið. "Hygg eftir Palestina", segði hann, og hann kundi havt nevnt Føroyar í sama andadrátti. Tjóðskaparkensla er her ein positiv kraft, sum tað er at hava ábyrgd av sínum egna og vilja til at klára seg sjálvan. Av mongum øðrum at nevna legði Haarder eftir undirvísingarandanum í 1970unum, har religión og tekstasløg vórðu viðgjørd í tímunum uttan at tjóðskaparmentanin og við henni samanhangurin millum danskleika og kristindóm varð tikin við. Sum skilst tosaði ráðharrin fyri neyðugum skilnaði millum ?okkum? og ?hini? - alt annað er teoretisk universalisma, sum hann tók til. Haarder heldur lítið um mentanarliga integratión, og hetta er eftir hansara tykki heldur ikki nakað at ynskja sær. Hann ávaraði ímóti hugmyndini um tað góða samfelagið; samfelagið skuldi í staðin stremba eftir at savna sær vísdóm og forða fyri ágangi. Hvat tað so vil siga?
Donsk mentan og fleirtjóðamentan
Eftir at Haarder hevði ført áhoyrararnar inn í tjóðskaparhalgidómin komu heilt aðrar kreftir inn á vøllin, har ein av teimum - lingvisturin Frans Gregersen - samanfataði ráðstevnuna sum eina deyðamessu fyri danskleika.
Móthugburðurin til traditionellu fatan Haarders av tí danska kom eisini frá antropologinum Peter Hervik sum helt samanhang vera millum nýrasismu og nýdonsku tjóðskaparkensluna, har henda bleiv brúkt sum agn til ymisk politisk endamál. Hervik nevndi, at tað etniska/fólksliga ?vit? var ikki tað einasta ?vit?. Ein eigur at taka støði í, at vit eru ymisk og ikki sum Haarder í einum longu givnum felagsskapi. Somu grundfatan hevði bókmentafrøðingurin Peter Heller Lützen, sum tosaði fyri einari pluralari metodu í dansktundirvísingini. Í nýggjastu bókini hjá sær, Danskfagets danskhed, sigur Heller Lützen:
Danskfagets danskhed har siden modernismen i litteraturen ... haft det svært ... Siden filologiens undergang som primær metode er man holdt op med at tro på at det nationale udgør en essens og positiv værdi som læsningen kan henvise til. Siden opgøret med filologien er der derfor stort set ikke blevet læst nationalt. Det er derimod blevet læst ud fra formelle, strukturelle, psykologiske, filosofiske, politiske, æstetiske, kognitive og mange andre synsvinkler. Ingen af disse forholder sig til det nationale. Derfor er vores fag i dag bundet i et metodisk og pædagogisk paradoks: Det er defineret ud fra en metode som ingen udøver.
Danskfaget er i den forstand ved at nedlægge sig selv som dansk fag. Det er ved at blive et internationalt kulturfag. Og det er godt. Kun ved at underminere forestillingen om at der findes en fælles kultur for indbyggere i Danmark, kan man åbne og efterhånden afskaffe begrebet danskhed som pædagogisk og dannelsesmæssigt ideal ... Danskfagets formål er at undergrave danskheden.
Lützen presiseraði í framløguni, at hann tó ikki meinti, at danskt skuldi verða ein altjóða mentanarlærugrein í studentaskúlum og á lægri skúlastøði. Hann hevði havt universitetsverðina í tonkum, tá hann skrivaði um danskt sum altjóða mentanarlærugrein. Hann helt harumframt, at tað var eitt gott hugskot at lesa týddar klassikarar undir liðini á donskum klassikarum í studentaskúlunum. Á tann hátt kann danskt gerast opið fyri øðrum mentanum og betur endurspegla ta støðugt meira fjølmentaða samfelag-ið, sum stóru býirnir í flestu londum í dag eru.
Endurnýgging av lærugreinini danskt soleiðis, at ikki einans danskir rithøvundar verða lisnir í fólka- og studentaskúlum (á universitetunum hevur danskt í langa tíð hýst klassiskum evropeiskum og øðrum rithøvundum) er eitt sjónarmið, sum eisini kann kasta ljós á viðurskifti innan lærugreinina føroyskt. Ein føroyingur - rithøvundurin og granskarin Hanus Kamban - hevur verið frammi við sama sjónarmiði um lærugreinina føroyskt, sum hann meinar bæði skuldi verið karmur um heimsbókmentir og føroyskar rithøvundar. Og hann hevur rætt. Føroyskar bókmentir hava nógv gott at bjóða, men kortini ov lítið samanborið við flestaðrar mentanir, so tað er onki minni enn alneyðugt at fáa útlendskar rithøvundar inn í føroysktfrá-læruna eins væl og ikki-danskar rithøvundar inn í dansktfrálæruna.
Haarder harafturímóti var nógv ímóti tí, hann fatar sum ein veiking av danskari mentan og bókmentum í undirvísingini. Haarder kann kallast fólkakirkjuliga tjóðskaparligur og er í mínum eygum sostatt dupultheilagur í sínari áskoðan á danskleika sum ein krossgiting millum ?danska? mentan og kristna trúargrundarlagið. Hvussu kann tað vera annað enn ein trupulleiki, at tjóðskapur liggur í leinging av religiónini?! Hetta útihýsir øllum øðrum enn teimum kristnu, og ger muslimar og buddhistar, sum eru búsitandi í Danmark til ikki-danir. Men sakin er tann, at øll hesi eru danir.
Sjónvarpið - ein nýggj eindarmentan
Skúlabøkur, sangbøkur og annað tilfar hevur lagt grund undir ímyndingina um danskleika, hvat er føroyskt osfr. Í Danmark hendi hetta av álvara í gullaldartíðarskeiðnum í fyrru helvt av 1800-talinum, í Føroyum gjøgnum alla 20. øld. Hetta var/er ein tjóðarlig byggitíð, sum vísindin rópar Nation Building ella tjóðarbygging.
Í seinnu helvt av 20. øld fara stórbroytingar fram í teimum stóru, framkomnu londunum í Evropa. USA veitti Marshall-hjálp, landbúnaðurin fekk traktorar, fólk fluttu í hópatali inn í býirnar og mistu sostatt kropsliga tilknýtið til tjóðskaparsiðvenjuna og gamla felagsskapin, sum var í smærri býum, bóndagørðum og aðrastaðni. Størstu býirnir fingu satellitbýir kring seg: í Keypmannahavn t.d. Brønshøj og Albertslund.
Men samstundis sum henda sundurgreining fór fram, er nýkomni og mikli atdráttarmiðilin, sjónvarpið, við at sjóða samfelagið saman og at skapa eina nýggja eindarmentan, har øll hyggja at tí sama. Her vóru skúlasendingar, barnasendingar og filmar á skránni og út móti 12-tíðini á kvøldi varð sagt "góðanátt!" Undirskilt var, at nú var songartíð og at ein skuldi til arbeiðis dagin eftir. Danski ítróttaspeakarin Gunnar ?Nu? Hansen - tí hann ofta brúkti orðið nú - er vorðin ein ímynd av hesari samtíðing - simultaniteti - innan loftmiðlar. Áðrenn sjónvarpið var tað útvarpið sum hevði eina líknandi synkroniserandi - samtíðandi - støðu, og tað var í hesum miðli Gunnar "Nu" hevði sína gyltu tíð.
Tosaði við svia um hetta evnið, og hann fortaldi, at sviar gjørdust ørkymlaðir, tá ríkissjónvarpið fór at senda á tveimum rásum. Ikki einans tí ein ivaðist í, hvat var mest vert at hyggja eftir, men eisini tí at ein brádliga varð í einari tvístøðu, har ein ikki kundi fáa alt við. Í Danmark og aðrastaðni var brotið á monopolstøðuna hjá Danmarks Radio í 1987 - tá TV2 varð stovnað - byrjanin til endan á loftmiðlaðu eindarmentanini. Tjóðarmørkini kámast allastaðni í dag burtur av sterku altjóða fjølmiðlunum og tað er ómøguligt at endurskapa gamla samleikan við kristindómi og tjóðskaparligari verðsligheit í einari herligari eind, sum Haarder droymir um. Haraftrat er at siga, at gamla innihaldsvenda sjónvarpið næstan er við at fara í søguna á teimum stóru, vælvitjaðu rásunum. Í staðin er komið estetiserandi sjónvarp og buldur og brak, ið ikki snýr seg um at miðla veruleika, men um at siga góðar søgur dygt stuðlað av einum kunstugt voxpoppaðum hurrá-mentaliteti. Undirhalds- og hurrásendingar er onki galið við í sjálvum sær, men ein merkir hvønn veg tað gongur. Tað er fyrst og fremst stovnsetan av smærri mentanarrásum sum eitt nú danska DR2, ið bjargar sjónvarpinum frá at vera kolldømt sum ein samfelagsliga og mentanarliga heldur óviðkomandi fjølmiðil.
Drotningin og fótbóltslandsliðið sum felagsmentan
Á rásini P1 í almenna danska útvarpinum ringja Ráðhúsklokkurnar hvønn dag á middegi. Talan varð fyri heilt stuttum um at steðga hesum alkendu klokkusløgum her í landinum, men P1 kom á betri tankar eftir ein harðan lurtarastorm. Hetta er dømi um, at tann felagsskapskensla sum í dagsins globaliseraða fjølmiðlamarknaði er horvin, tó livir sum ein longsul eftir tí farna. Ella: tær síðstu leivdirnar av felagsskapi sum klokkusløgini, kongshúsið, fótbóltslandsliðið ímynda, vil fólkið ikki missa. Drotningin er annars vorðin paroderað nógv millum danir eftir at hon í nýggjársrøðu legði rødd til ráðhúsklokkurnar: "DONG - DONG - DONG". Ein ráðstevnuluttakari helt í hesum sambandi, at parodi og speisemi var nakað sum bant danir saman og sostatt er eitt danskt tjóðareyðkenni. Men ikki man hetta vera eitt serstakt danskt ella distinktivt eyðkenni fyri danska mentan, hóast danir eru framúr til speisemi.