Deyðsbólkurin

Argentina, Nigeria, Ongland og Svøríki:
Argentina eru millum størstu favorittarnar at vinna HM, men sjálvt ikki teir skulu taka tað sum nakra sjálvfylgju at vinna seg víðari úr bólkaspælinum

Bólkur F

Deyðsbólkurin. Dópurin fór fram, so skjótt lutakastið til bólkaspælið í HM var avgreitt, og nakað var eisini um heitið. Við somikið sterkum luttakarum, sum talan er um í bólki F, er bert ein lutur greiður undan HM. 1/8-parts finalunum. Nevnliga at tvey av liðunum, sum annars hava styrki til at gera seg galdandi, ikki koma longur enn til bólkaspælið.

Seinasti møguleiki hjá Batigol
Argentina hevur síðani HM í Fraklandi sýnt eina mest sum óhugnaliga styrki, tá teir hava verið á vøllinum. Í framrættaðu 3-3-1-3 skipanini hjá Marcelo Bielsa vann liðið seg sera sannførandi fram til endaspælið. Einasti av teimum 18 undankappingardystunum, sum endaði við tapi, var útidysturin móti Brasilia.
Og tað eru ikki bert úrslitini, sum hava verið góð. Aloftast hevur spælið verið av slíkum slag, at mótstøðuliðini snøgt ikki hava kunna gjørt nakað. Argentinska blandingin av suðuramerikanskum show-bólti samantvinna við styrkini í verjupartinum, sum liðið vanliga hevur, er tykist sera effektiv. Og so eru tað sjálvandi teir leikarar, sum Bielsa hevur til taks. Chamot, Walter Samuel og Ayala í verjupartinum. Gallardo, Zanetti, Simeone, Veron, Kiko Gonzales, Aimar við fleiri á miðvøllinum og ikki at gloyma álopspartin. Ein álopspartur, sum er somikið sterkur, at sjálvt ikki Gabriel Batistuta kann kenna seg tryggan, og har tað ikki so mikið sum var pláss fyri unga stórtalentinum, Javier Saviola.
Júst hjá Batistuta er hetta eisini seinasti møguleikin at vinna HM gull. Áleyparin, sum í 75 landsdystum hevur skotið 55 mál, og sum endiliga gjørdist italskur meistari eftir skiftið til Roma, hevur gjørt av, at hann gevst á landsliðnum eftir HM. Í sínari tíð var Bielsa maðurin, sum fann stórtalentið, og sendi hann á vøllin í bestu argentinsku deildini, og tí kundi tað verið hóskandi, um hann saman við Bielsa endaði landsliðstíðina við HM-steypinum í hondini.

Beckham-skaðin
Í Onglandi er støðan sera spent, nú HM nærkast. Mest sum hvørt mansbarn fylgir við, hvussu heilsustøðan hjá landsliðsskiparanum, David Beckham, er. Hann breyt eitt bein í fótinum, tá argentiski Aldo Duscher framdi eina ljóta takling í fjórðingsfinaluni í Champions League, og síðani hevur bert verið bíðað eftir, hvørt hann verður tøkur til HM. At miðvallarmotorurin, Steven Gerrard úr Liverpool, eisini varð skaddur, var mest sum bert ein smálutur við síðuna av, um ensku bløðini skulu nýtast sum mátistokkur.
Tað tykist hann nú at gerast, og tað er sjálvandi ein styrkur fyri Ongland, men tað eigur tó ikki at gloymast, at liðið eisini er meira enn Beckham. Rætt og slætt, so tykist Ongland í løtuni at hava í øllum førum sterkasta liðið síðani 1990, og lági miðalaldurin ger, at talan helst er um eitt lið, sum hevur eina stóra framtíð fyri sær. Við Sol Campbell og Rio Ferdinand at stýra verjuni, Dyer, Hargreaves, Beckham og Scholes á miðvøllinum og sjálvandi Owen í álopinum, er liðið ein hóttan móti øllum. Væntandi royndirnar kunnu tó gerast truplasta mótstøðan hjá liðnum, men hinvegin spæla leikararnir dagliga í einum av sterkastu deildunum í Europa, so teir eru helst menn at liva við trýstinum.
Og so eiga vit ikki at gloyma, at dystirnir millum Ongland og Argentina vanliga eru nakað serligt. Hvør minnist ikki ?Guds hond? hjá Maradona í ?86 ella reyða kortið hjá Beckham í ?98. Jú ? Dramatikkur er í øllum førum væntandi í uppgerðini.

Ov tunt frameftir
Svensku grannar okkara fáa tað trupult í so máta, nú talan verður um somikið sterk mótstøðulið, men teir standa seg kortini aloftast væl, tá stóru kappingarnar eru á skránni.
Í mun til undanfarnar HM-kappingar, so kann tó hesa ferð tykjast, at liðnum væntar tí heilt stóru stjørnuna, sum kann gera munin í avgerandi løtunum í stóru dystunum.
Í verjupartinum er sjáldan nakað at finnast at, og tað er einki at ivast í, at liðið ikki fer at lata fleiri óneyðug mál fara inn, men spurningurin er bara, um teir megna at skapa nóg nógv hinvegin. Er tað nóg mikið við stórspælinum, sum Ljungberg og Larsson hava víst í seinastuni, ella verða Ongland og Argentina ov stórir bitar hjá sviunum? Tað tykist vera størsti spurningurin hjá grannum okkara.

Ørnirnar flúgva lágt
Nigeria hevur vanliga verið mett sum eitt hitt sterkasta afrikanska landið, men hesa ferð tykist innanhýsis ófriður at hava oyðiligat stóran part av fyrireikingunum hjá liðnum, og eitt nú eru nøkur av kendu nøvnunum útihýst frá landsliðsleguni.
Grundað á hetta kann tað tykjast ósannlíkt, at Nigeria vinnur seg úr bólkaspælinum, men liðið telir framvegis leikarar, sum megna at skapa ein góðan dyst. Spurningurin er bara, um samskipanin bæði á og uttanfyri vøllin er somikið góð, at liðið megnar at standa ímóti trýstinum, tá sterku mótstøðuliðini í bólkinum koma herjandi.

Dystirnir:
02.06Argentina-Nigeria
02.06England-Svøríki
07.06Svøríki-Nigeria
07.06Argentina-England
12.06Nigeria-England
12.06Svøríki-Argentina