Eirikur Lindenskov
? Hví ólukkan duga fólk ikki brúka ljósini á bilunum?
Hendan spurning setti ein lesara okkara nú ein morgunin, hann var koyrandi út eftir Argjavegnum.
Og vit, sum dagliga koyra sama veg, kunnu bara nikka samtykkjandi, tí einki skil er á, hvussu ljósføringin er á bilunum, sum seta børn av við Argja skúla.
Nú skulu argjafólk ikki kenna seg verri enn onnur, tí við hinar skúlarnar í høvuðsstaðnum er skilið ikki smettin frægari.
Men aftur til trupulleikan á Argjum.
Argja skúli liggur við høvuðsvegin á Argjum, Argjavegin. Beint fyri klokkan átta á morgni kunnu standa upp í 100 bilar í kø fyri at sleppa út á Velbastaðvegin, tí Argjavegurin er einasta bindilið millum Argir og Havnina.
Foreldur vilja fegin, at børnini koma trygt í skúla - og fleiri teirra halda, at tryggast er at seta tey av við gongubreytina uttan fyri skúlagarðin. Hetta er eisini trygt, tí tá skulu tey ikki tvørtur um nógv trafikeraða Argjavegin.
Trupulleikin er bara tann, at foreldrini seta bæði síni egnu børn, onnur børn við og ferðsluna annars í stóran vanda, tá tey ikki nýta ljósini rætt.
Hjástandandi mynd er tikin ein vátan og myrkan morgun í síðstu viku beint fyri klokkan átta.
Her síggja vit tríggjar bilar, sum standa stillir við fullum nærljósum.
Nærljósini eiga vit at brúka, tá vit koyra. Tá bilurin stendur stillur eiga vit sjálvandi at nýta parkeringsljósini - ella støðuljósini, sum tað eisini kallast.
Tá bilar standa stillir við fullum ljósum, blendast mótkoyrandi bilførarar, og trygdin verður hareftir.
Líta vit enn einaferð at myndini, so síggja vit eisini ein bil standa parkeraðan í høgru síðu. Hesin er parkeraður í skeivari síðu, og trupult er hjá ferðsluni at sleppa ígjøgnum hendan fløskuhálsin.
Lesarin heitir inniliga á okkum um at upplýsa argjafólk um henda trupulleika, sum er so einfaldur at loysa:
? Sløkkið nærljósini, tá tit steðga!
Hann leggur afturat, at um foreldrini ikki sjálv læra hetta, so kunnu børnini minna tey á tað!