Søgan um amerikumannin úr North Dakota, David Andahl, er serstøk.
Valúrslitini vísa, at hann er valdur inn í amerikanska lóggávutingið - kongressina - men tað serliga er, at maðurin er deyður, nú úrslitið fyriliggur. Hann vann valið, men nú hann doyði, áðrenn valúrslitið gjørdist greitt, kann hann sjálvsagt ikki taka sessin.
Republikanarin úr North Dakota varð á valnáttini í USA valdur saman við einum øðrum republikanara, David Nehrin, og fekk næstan 36 prosent av atkvøðunum. 55 ára gamli, David Andahl, varð lagdur inn á sjúkrahús, tá hann varð smittaður við covid-19 og var illa fyri. Hann doyði hin 5. oktober.
Politico skrivar, at áðrenn David Andahl doyði, var valið longu byrjað, og fleiri høvdu atkvøtt. Tískil var ikki møguligt at taka navnið hjá honum burtur á atkvøðuseðlinum. Bert fáar dagar, áðrenn hann doyði, takkaði David Andahl á sínari Facebook-síðu sínum veljarum fyri stuðul.
##med2##
Foreldur hansara skrivaðu eisini nakrar reglur á Facebook eftir, at sonurin doyði.
- Okkara hjørtu eru í knúsi, og vit biðja um, at sonurin verður mintur - ikki fyri, hvussu hann doyði - men, hvussu hann livdi. David var ein fittur og umsorganarfullur maður, sum gleddi seg allar mest til at hjálpa øðrum, siga foreldrini.
##med3##