Deydligur valfundur

Valfundurin í KÍ høllini fríggjakvøldið var ikki serliga lívligur. Valevnini fóru upp eitt og eitt og løgdu teirra sjónarmið fram í tveimum umførum. Síðani kom spurnarrundan, men har var ikki stórur áhugi millum stóru áhoyrarafjøldina. Einans fýra spurningar vórðu settir

Klaksvík:
Karmarnir fyri einum góðum valfundi vóru góðir fríggjakvøldið. Millum 600 og 700 áhoyrarar og øll valevnini í norðoyggjum vóru samlað í KÍ høllini. Men fundurin var onki at rópa hurrá fyri.
Fundurin varð skipaður á tann hátt, at flokkarnir fingu tíggju minuttir í fyrsta umfari, sjey minuttir í øðrum og fimm minuttir í part eftir spurnarrunduna.
Sjálvsstýrisflokkurin var fyrstur, síðani sambandsflokkurin. So komu Tjóðveldisflokkurin, Miðflokkurin, Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin.
Fundurin var sum sagt ikki serliga lívligur. Okkurt valevni legði bragdliga út og tosaði avbera hart. Skotini millum flokkarnar var ikki at taka feil av, og onkur var eisini skemtiligur hóast alt. Eisini royndu nakrir av áhoyrarunum at rópa eitt sindur og seta nakað av lívi í, men undirtøkan var syndarlig, so teirra róp fækkaðust, og at enda sótu øll kvirr og lurtaðu.
Eitt, sum tó serliga fekk gongd í láturmusklarnar hjá fólki var nakað, sum Meinhard Hansen, valevni hjá sambandsflokkinum segði.
Hann helt ikki nakra langa røðu, men hann endaði við einum øðrvísi vallyfti.
? Nú fari eg at koma við einum vallyfti, sum als ikki hevur nakað sum helst við politikk at gera. Eg tosaði við mín góða vinmann, Toda Jónsson, herfyri. Og hann segði, at um eg kom inn á ting, so skuldi hann fara aftur á landssliðið. So norðoyingar, nú er tað upp til tykkum, um Todi skal aftur á landssliðið, segði Meinhard, og fólk flentu so hjartaliga.

Spurnarrundan
Tann heilt stóri skemtarin á fundinum var annars Signar í Homrum, sum ikki er eitt valevni. Fyrireikararnir høvdu heitt á hann um at syngja ein tátt áðrenn spurnarrunduna. Hann sang ein góðan valtátt og millum ørindini, hevði hann eitt skot til hvønn flokkin. Beinrakin skot vóru tað eisini. Hetta fekk eisini nakað av lívi í fólkið, sum var tilstaðar. Síðani kom spurnarrundan. Fólk høvdu fingið til uppgávu at ganga runt við mikrofonum, men hesi fingu ikki tað stóra at gera, tí einans fýra fólk reistu seg og settu valevnunum spurningar.
Heini O. Heinesen varð biðin um at greiða frá, hvørjar trolarar hann meinti við, tá hann segði fólkaflokstrolarar. Ein spurningur var til fólkafloksumboðið, Petur Hans Joensen, um útlendingapolitikk. Anfinn Kallsberg, løgmaður, svaraði hinum báðum spurningunum. Annar var um laksaloyvi undir Íslandi, og hin var um Føroyagrunnin.
Tá greitt varð, at fleiri spurningar ikki fóru at koma, varð farið í holt við seinasta umfarið, har hvør flokkur hevði fimm minuttir í part. Men tá mundu fólk verða troytt av at sita niðri og lurta, tí heilt nógv rýmdu beint eftir spurnarrunduna.
Valevnini fóru tó upp og løgdu teirra sjónarmið og seinastu lyfti á hesum valfundinum, ið KÍ høllin var karmur um.
Í dag er KÍ høllin aftur karmurin. Hesuferð um sjálvt valið.