Dimmalætting hevur enn einaferð sett tiltøk í verk fyri at spara.
Og eisini hesuferð er tað starvsfólkið, sum stendur fyri skotum.
Starvsfólki á Dimmalætting hevur nú fingið valið ímillum at fara 10% niður í løn, ella at fara úr starvi.
Árni Gregersen, blaðstjóri, váttar, at Dimmalætting hevur sett tiltøk í verk fyri at bøta um raksturin
Og hann váttar, at í hesum sambandi vil leiðslan á blaðnum hava starvsfólkið at fara 10% niður í løn.
Her er talan um starvsfólk, ið hava hægri løn enn minstulønina, sum sáttmálin ásetur.
- Vit fara í ongum førum niður um sáttmálabundnu lønina, sigur blaðstjórin
Hann sigur eisini, at starvsfólkið hevur góðtikið at fara niður í løn.
Men hann váttar samstundis, at valið tey høvdu, var at góðtaka lønarniðurskurðin, ella at siga seg úr starvi.
Blaðstjórin leggur afturat, at lønarniðurskurðurin umfatar eisini bæði blaðleiðsluna og nevndina.
Hann sigur, at nevndin er enntá farin 50% niður í løn.
Hendan avtalan um lønarniðurskurðin hjá starvsfólkinum skal endurskoðast um eitt ár.
Hann staðfestir, at skal Dimmalætting framvegis koma út í tí líki, sum hon er í nú, ber ikki til at siga fleiri fólkum upp og tí royna tey hendan leistin at koyra fólkið niður í løn.
Minni enn 50% eftir
Tað skerst ikki burtur, at búskaparliga afturgongdin í samfelagnum hevur verið hørð við Dimmalætting.
Tá fyritøkan var í hæddini, var hon arbeiðsplássið hjá yvir 60 fólkum, men upp á eitt heilt stutt áramál, er starvsfólkatalið minkað heilt niður í 27 fólk.
Samstundis eru bæði Vikublaðið og Vinnuvitan, sum Dimmalætting eisini átti, farin á húsagang.
Árni Gregersen staðfestir, at lýsingamarknaðurin er versnaður og tí er neyðugt at laga blaðið til tær broyttu tíðirnar.
Hann ásannar, at Dimmalætting hevur havt ilt í rakstrinum í nógv ár og tey sparitiltølk, sum eru sett í verk, eru gjørd fyri at fáa talið á botnlinjuni til at skifta lit, frá reyðum til svart.
Tað hevur ikki eydnast enn.
Hann sigur, at sjálvur raksturin av Dimmalætting ber seg, men at avkastið er ikki nóg stórt til eisini at betala rentuútreiðslurnar.
Men hann leggur afturat, at samstundis, sum blaðfólkið nú er farið 10% niður í løn, eru eisini aðrar broytingar gjørdar fyri at spara útreiðslur.
Í hesum sambandi er serblaðið, Punktum, umlagt, so at tað nú ikki longur er eitt serblað, men framyvir verður ein partur av vanliga blaðnum.
Men aðrar sparingar eru eisini gjørdar, tí allar útreiðslur hava verið undir sjóneykuni fyri at vita um tað ikki ber til at lækka tær.
Og Árni Gregersen sigur, at útrokningar vísa, at tilsamans fara hesi seinastu tiltøkini at bøta so mikið um raksturin fer at bera seg samanlagt.
Les eisini greinina: Óheppið og keðiligt tekin