Dion Splidt fekk av álvara sítt gjøgnumbrot í føroyskum fótbólti í farna kappingarár, tá hann var ein av bestu spælarunum AB liðnum, sum megnaði at bjarga sær í bestu deildini, eftir at liðið fekk eina søguliga vánaliga byrjan.
- Ja, tað er rætt. Eg komi komi at spæla við AB, meðan eg eri heima í summarferiu, sigur fyrrverandi varaliðskiparin hjá AB, sum væntandi kemur at kunna verða við í áleið tólv dystum fyri barndómsfelagið.
Hann lesur í Danmark og hevur vant við Fremad Amager, sum eisini hevur Øssur Dalbúð í hópinum.
AB tryggjaði sær um vikuskiftið undirskriftina hjá Jóan Símuni Edmundsson. Tað hevur sæð nakað tunt út í álopspartinum hjá AB, men nú byrjar at líkjast. Eisini er Jógvan Skeel Nolsøe komin úr HB, og hann húsast fyri tað mesta á vonginum.