Dion Splidt var í fjør ein av høvuðsorsøkunum til at AB í seinnu hálvu yvirlivdi í Effo-deildini. Hann skifti til AB á sumri í fjør frá ÍF Føroyum, tá AB annars lá langt niðanfyri niðurflytingarstrikuna. Serliga vóru tað mongu uppleggini sum ofta vóru avgerandi.
Tað gjørdist greitt beinavegin eftir kappingina at Dion Splidt ikki kom at halda fram í AB, av tí at hann í løtuni er í lestrarørindum í Keypmannahavn.
Men sum skilst nærkast Dion Splidt einum nýggja felagið í Keypmannahavn. Hann hevur seinastu tvær vikurnar bæði vant og spælt venjingardystir við B1908 í triðbestu donsku deildini, sum frammanundan hevur føroysku leikararnar, Oddur Højgaard og Jógvan á Lað Jacobsen í hópinum.
Tað er tó ikki endaliga greitt enn, um Dion Splidt fer at spæla fyri danska felagið hetta komandi hálva árið.
26 ára gamli Dion Splidt er skrásettur fyri 101 dystir í Effo-deildini í Føroyum, har hann hevur umboða barndómsfelagið AB, umframt at hann í 2011 spældi fyri B68.