Teknikarar hjá amerikonsku rúmdarumsitingini kanna nú myndirnar, sum vórðu tiknar, tá ferjan Discovery varð skotin út í rúymdina seinnapartin týsdagin.
Tað er longu nú greitt, at í hvussu er tvey petti duttu av ferjuni undir útskjótingini. Annað pettið, sum var einar fýra centimetrar til longdar, datt av onkunstaðni við lendingarhjólið í høgru síðu. Hitt pettið var nakað størri, men í gjár dugdu teknikararnir ikki at siga, hvaðani tað kom.
-Vit fara at kanna hvørja einastu mynd, segði John Channon, sum hevði ábyrgdina av útskjótingini á Cape Caneveral. Spurdur, um skaðin kundi koma manningini á Discovery í vanda, svaraði hann, at tað er ov tíðliga at siga nakað um tað enn.
-Tað kunnu vit ikki siga enn. Vit mugu fyrst fáa at vita, hvat tað var, sum hendi, og tí skal alt kannast sera gjølla, segði John Channon.
NASA hevur eisini upplýst, at Discovery fekk nakrar minni buglur á gronina undir útskjótingini, tí at ferjan rendi á nakrar fuglar.
Fyri hálvum triðja ári síðani kolaðist rúmdarferjan Columbia upp, tá hon var á veg aftur á Jørðina. Kanningar aftaná vístu, at ferjan hevði fingið skaða undir útskjótingini, soleiðis at ein partur av bjálvingini var dottin av. Tí toldi ferjan ikki hitan, tá hon kom niðuraftur. Óhappið við Discovery kemur NASA illa við, tí eftir teimum fyrstu myndunum at døma var tað júst eitt petti av bjálvingini, sum datt av.