Diskriminatión móti føroyskum

Sjúrður Skaale heldur, at danska kravið um at umseta prædikur er at diskriminera móti einum máli í danska ríkinum

Tað er talan um diskriminatión móti teimum, ið tosa føroyskt, tá donsku myndugleikarnir krevja, at prædikur, ið eru hildnar á føroyskum í donskum kirkjum, skulu umsetast til danskt.

Tað sigur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri javnaðarflokkin, í grein í Kristeligt Dagblad.

Danska stjórnin hevur arbeitt við einum lógaruppskoti, ið krevur, at allar prædikur, ið verða lisnar á øðrum máli enn á donskum, skulku umsetast til danskt. Hevur hevur til endamáls at tryggja, at myndugleikarnir kunnu halda eyga við, at eingin verður radikaliseraður í teimum mongu donsku moskunum.

Ásetingin hevur er gjørd við moskum og arabiskum í huga, men sum skilst fer hon av óvart eisini at raka føroysku kirkjurnar í Danmark, og hetta er ikki gott nokk, metir Sjúrður Skaale.

– Føroyar er eitt móðurmál, ið verður brúkt av donskum ríkisborgarum. Føroyskt er eitt tjóðarmál í danska ríkinum. Og føroyskt er í heimastýrislógini, sum er samtykt av fólkatinginum, góðkent sum eitt "høvuðsmál" og eitt mál, sum kann brúkast í almennum viðurskiftum í danska ríkinum - í Føroyum, sigur Sjúrður Skaale, ið tí metir, at kravið um umseting er diskriminatión móti føroyingum.

Harumframt metir Sjúrður Skaale, at lógarásetingin er í stríði við evropeiska mannarættindasáttmálan, tí hann ásetur, at inntriv í guðstænastur bert kunnu gerast, um tær eru proportionellar og hava eitt greitt endamál, og av tí, at eingin yvirgangsmaður er komin úr føroysku kirkjunum enn, er inntrivið sostatt óproportionelt.

Greinin hjá Sjúrða Skaale í Kristeligt Dagblad kann lesast her.