Divaz er ein nýggjur bólkur, ið er samansettur av royndum tónleikarum og songkvinnum.
Tær tríggjar songkvinnurnar, Anna Maria Olsen, Malan Eyðunsdóttir og Laila Carlsen, kenna vit frá ymiskum tónlistarligum høpum, men at síggja tær allar tríggjar á palli saman er nakað heilt serstakt og forkunnugt.
Tær eru allar sera dugnaligir solistar, ið við sínum sangi og karisma megna at koma út um pallkantin og fanga áhoyraran. Tær eru sera ymiskar sum songkvinnur, men samljóð teirra fær tónlistarligu upplivingina at ganga upp í eina hægri eind.
Afturat sær hava tær ein hóp av sera dugnaligum tónleikarum. Handan trummurnar er Henning Hjalt Nicodemussen, ið vit eitt nú kenna frá Kjølum, All That Rain, Jens Marna, Brandur Enni, ROX og fleiri øðrum. Henning er ein sera umbiðin trummuleikari, bæði til konsertir og onnur tónleikalig tiltøk, og ikki minst sum studiotónleikari. Gittarleikarin er eingin annar enn Jóhan Ziskason, ið óivað er mest kendur úr bólkinum Mark No Limits, men sum eisini hevur spælt við ymiskum bólkum seinastu árini. Bjarki Meitil er bassistur við drúgvum royndum. Hann hevur verið hinumegin Atlantshavið og nomið sær útbúgving og er ein bassleikari við kanti, dirvi og tónlistarligari orku. Bjarni Lisberg er ein ungur harri við heilt serligum gávum. Hann er eitt nýtt navn í føroyskum tónleikahøpi.
Tónlistarligi stílurin er ein blanding av nýggjum og gomlum. Ein samanrenning av fangandi poppløgum, vøkrum R&B balladum, pumpandi Rock N Roll, frekum Soul og Diva.
Hesum boðar Summar Festivalurin frá í dag.