Djúpvatnstrolarar
- Eg eri altíð sinnaður at tosa um ymsar møguleikar. Men tað verður torført.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur í dag onki boð upp á, hvussu trupulleikarnir hjá djúpvatnstrolarunum, kunnu loysast.
Hann hevur havt fund við umboð fyri djúphavsflotan og ætlanin er at hava ein fund afturat.
- Eg siti bara og bíði eftir eini umbøn um at fáa fund í lag, so eri eg til reiðar at møta, sigur hann.
Spurningarnir eru bara, hvørjir møguleikarnir eru.
-Eg kann so siga eitt beinanvegin og tað, er, at eg eri slett ikki sinnaður at gera eina studningsskipan fyri djúpvatnstrolararnar. Tað verður so ikki við mínum tilmæli, at tað verður sett í verk, tí vit royna tvørturímóti at koma burturúr studninginum.
Annars er tað sjálvandi ein politiskur spurningur, skoytir hann upp í.
Men tit vóru kortini sinnaðir at lata rækjuflotanum studning, hví eru tit ikki eisini sinnaðit at veita djúpvatnstrolarunum studning?
- Rækjutrolarin er í eini serligari støðu, tí har snúði tað seg um at bjarga vunnum rættindum á fjarleiðum. Endamálið var at varðveita rækjuflotan, so at vit ikki mistu okkara rættindi á fjarleiðum, so tað kann ikki akkurát samanberast við djúpvatnstrolarnar, heldur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.
Hann vísir eisini á, at enn hava djúpvatnstrolararnir heldur ikki biðið um studning.
-Tað, sum djúpvatnstrolararnir hava tosað við okkum um, var møguleikin fyri at fáa fleiri fiskirættindi. Eitt nú vildu teir kanna møguleikan fyri at sleppa at partrola fyri at spara olju og teir hava eisini nevnt møguleikan fyri at sleppa aftur í Barentshavi aftur
-Men tað verður torført at útvega teimum fleiri rættindum, tí tað er ógvuliga avmarkað allastaðni. Hinvegin eru so bæði partrolaraflotin og djúpvatnsflotin eyðmerktir, so tað verður ikki lætt at broyta tað, ásannar landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum.
- Við tí lógarskipan, vit hava, verður tað ikki víðari, at teir sleppa at at partrola, so tað skal ein politisk viðgerð til fyri at nakað skal broytast.
- Annars er Bjørn Kalsø fullgreiðir yvir, hvønn týdning, djúpvatnstrolararnir hava fyri fiskivinnuna og búskapin og serliga fyri tey øki, har teir hoyra heima og eru mannaðir.
Tì sigur hann, at hann vónar ikki, at trupulleikin verður so stórur, sum Granskingardepilin fyri økismenning vísir á í frágreiðing síni.
Og Bjørn Kalsø vil ikki lova nakað í hesum sambandi, men hann heldur, at tað hevði verið ómetaliga óheppið, skuldi djúpvatnsflotin fingið somu lagnu sum rækjuflotin.
- Men tað er ikki bara djúpvatnsflotin, sum hevur trupulleikar av oljuprísinum, tí tað hava eisini aðrar partar av flotanum eisini.