Stóra og vælumtókta familjutiltakið við Djóradøgum, sum Føroya Ríðingarfelag skipar fyri í Havnardali, hevur í ár 20 ár á baki. Í ár verða Djóradagar leygardagin og sunnudagin, 26. og 27. mai, og opið verður báðar dagarnar frá klokkan 14-18.
Hjá nógvum familjum er tað vorðin fastur táttur at leggja sær leiðina út í Havnardal, tá Djóradagar eru. Eru foreldrini upptikin av øðrum henda dagin, er vanligt at síggja bæði ommur og abbar á økinum. Vanligt er eisini, at foreldur og børn vitja á økinum eina løtu hin fyrra dagin, og síðan sleppa børnini - um tey eru so fræg - ofta sjálvi hin seinna dagin.
Djóradagar í Havnardali savna vanliga eina rúgvu av fólki, og mett verður, at eini 6000 fólk vitjaðu á økinum báðar dagarnar í fjør. Børn til og við 15 ár gjalda einki fyri at sleppa inn á økið at síggja djórini, og vaksin gjalda einans 50 krónur.
Inni á økinum kunnu armbond keypast, og tá børnini hava armband, sleppa tey at royna mangt og hvat, sum armbandið gevur atgongd til, eitt nú ponyríðing, hoppiborgir, sigling í bátum og ymiskt annað. Eisini er høvi hjá fólki at keypa sær kaffi lutfalsliga bíliga inni á økinum.
Djóradagar í Havnardali er eitt familjutiltak burtur av - ein barnafestivalur, kunnu vit siga - og hetta er eitt rúsfrítt tiltak. Hetta er eisini eitt gylt høvi at hitta vinir, tú ikki sær so nógv í gerandisdegnum, og hetta er eitt tiltak, har tú kanst taka tær av løttum saman við tínum børnum ella ommu-og abbabørnum.
Tað eru djórini, sum eru í miðdeplinum hesar dagar. Her sært tú tey djór, sum vanliga eru í dalinum, umframt nógv onnur forkunnug djór, sum tú ikki sært vanliga. Tað eru í fleiri førum tey somu fólkini, sum ár undan ári koma við sínum djórum út í Havnardal, men á hvørjum ári eru eisini onkur nýggj og forkunnug djór við, sum ikki hava verið at sæð áður.
Tá slík tiltøk sum Djóradagar í Havnardali eru, hevur veðrið sjálvsagt sín týdning, men tað er einki veður, sum kann ríva føturnar undan tiltakinum hjá Føroya Ríðingarfelag. Í Havnadali hevur felagið nevniliga eina risastóra ríðihøll, sum er karmur um fleiri av tiltøkunum og sum kann gerast ógvuliga hent, um okkurt ælið skuldi spælt familjutiltakinum eitt puss.