DJ-Show í Høllini á Hálsi

Leygarkvøldið 2. oktober verður eitt stórt DJ-SHOW í Høllini Á Hálsi. Tað verður danski vinnarin av DDJA (Danish DeeJay Awards), sum kemur til Føroyar at diskla.

Kanska er tað onkur, ið kennur hann aftur frá ungdómstúrinum hjá Nørrøna fyrr í ár, har hann spældi.

 

At verða kosin Danmarksmeistari í at diskla sigur nakað um, hvussu góður tú ert, tí tað eru fleiri hundrað, sum stilla upp á hvørjum ári, og í tí sambandinum kunnu vit boða frá, at nú fáa føroyingar eisini høvi til at luttaka.

 

Men einki gott show uttan Eyðun og Terja, so teir verða eisini við á Hálsi hetta kvøldið, so kvøldið er pakkað við góðum undirhaldið alla náttina.

 

Tiltakið byrjar kl. 23:30 og endar kl. 04:00, og bussar koyra.