Novak Djokovic vann US Open

Novak Djokevic hevur nú vunnið 24 Grand Slam meistaraheiti

Serbiski stórleikarin í tennis, Novak Djokevic er ikki til at steðga.

 

Hann hevur nú vunnið 24 Grand Slam meistaraheiti (Australian Open, French Open, Wimbledon og US Open).

 

Í finaluni á Flushing Meadows leikvøllinum í New York vann Novak Djokevic 3-0 á Daniil Medvedev.

 

36 ára gamli Djokovic vann sannførandi 6-3 í tí fyrsta settinum. Annað settið var ein neglbítari av dimensjónum. Djokovic vann settið 7-6. Javnbrótarin (Tiebreak) endaði 7-5 til Djokevic. Í triðja settinum var Djokovic aftur greitt omaná og vann 6-3.

 

- This means the World to me, segði Djokovic aftaná enn eitt tennisbragd. 

 

Djokovic er við 24 Grand Slam heitum í einmansleiki mest vinnandi mannligi tenniskeikarin í søguni. Nummar tvey er spanski Rafael Nadal við 22 heitum.

 

Avstralska Margaret Smith Court átti í 50 ár einsamøll metið hjá báðum kynum við 24 Grand Slam heitum í einmansleiki. Við Grand Slam heitum í tvímansleiki, einmansleiki og blandaðum tvímansleiki vann Margaret Smith Court 62 Grand Slam heiti.