Djóradagar og kærleikssummar í Havn

Fyri seytjandu ferð er djóradagur í Havnardali

Um vikuskiftið verða aftur djóradagar hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali.

 

Hetta er seytjandu ferð, djóradagar eru, og umframt ymisk dýr, er eisini ymiskt annað, eitt nú tyrla, stigabilar, hoppiborgir og mangt annað.

 

Sum nakað nýtt í ár hevur Felagið Føroysk Ross, fingið eitt heilt fjós fyri seg sjálvi, har tey fara at vísa teimum vitjandi okkara heilt serstaka rossaslag.

 

- Felagið fer eisini at kanna ryssur á djóradøgunum at vita, hvussu tær eru fyri at fara til greðing í summar.

 

- Hetta er partur av virkisætlani "Summer of love" kærleikssummarið, ið skal stimbra um nøringina av føroyskum rossum, sigur Ríðingafelagið.