Heitt hevur verið á meg um at greiða eitt sindur frá hugtakinum djóravælferð. Evnið fevnir sera víða. Her skal bert verða nortið eitt sindur við grundleggjandi tørv og fóður, hold, luft, ljós, rørslu, fjós og veðurlag. Tey eru nógv, ið halda tað vera synd í húsdýrum rossum, neytum, ja sjálvt seyði, at hesi ganga úti um veturin. Hetta er stór misskiljing. Nógv eru eisini í iva um, nær tað er tíð uppá at fara víðari við einum varhuga um djóramisrøkt, hvat ið er umráðandi, og hvussu skal metast, um dýrini hava tað gott. Sorgarleikur hevur stundum staðist av, at fólk, ið vara av dýrum, eru vorðin sálarliga sjúk makta ikki annað enn egnar trupulleikar og kanska eru løgst at drekka. Í flestum, kanska øllum hesum førum, er talan um dýr, sum hava verið stongd inni, bundin á bási, so tey ikki sluppu til rýmingar og eingin fremmandur kundi síggja skilið. Tað er gleðiligt, at fólk nú hava eitt vakið eyga og fylgja við, at eisini dýrini hjá øðrum verða passað nóg væl, fáa nóg mikið av fóðuri og at tey um neyðugt boða øðrum avvarandi og myndugleikum frá. Ikki bert fyri dýrini, men eisini fyri fólkið, sum annars eigur at vara av dýrunum, er tað betri, at stig verða tikin, áðrenn beinleiðis djórapínsla stendst av.
Hvørjum skal
hyggjast eftir?
Fyri ikki at órógva myndugleikarnar óneyðugt og koma í klammarí við djóraeigarar, har viðurskiftini eru í lagi, er tó neyðugt við eitt sindur av grundleggjandi vitan at miða seg eftir, kanska serliga hjá býarfólki, sum mangan hava flutt seg í so langt burtur frá náttúruni. »Vís mær ikki keraldið, vís mær mannin«, sigur eitt gamalt orðatak. Um dýrini fáa nóg mikið av fóðuri verður mett eftir holdinum, ikki eftir lendinum tey ganga á, tí møguliga verður fóður borið dýrunum ella sleppa tey at fóðuri, sum eygleiðarin ikki sær. Ávíst fyrivarni skal takast fyri neyt. Bert drápsneyt eiga at vera feit. Nútímans mjólkineyt klára ikki at eta ímóti tí, tey mjólka fyrstu mánaðirnar eftir, at tey hava kálvað og kunnu tá gerast rættuliga rak, áðrenn tey aftur fitna. Tey eiga ikki at vera alt ov feit, áðrenn tey kálva, heldur í soltnara lagi. Tað er tí í lagi, at beinagrindin hómast á mjólkikúm, men eru dýr so út av lagi rak, at ryggjageislarnir standa sum tindar uppúr, tá er lítið at ivast í, at her er galið.
Trivnaður úti og inni
Dýr hava altíð gingið úti. Í náttúruni hava tey sum slag ment seg við, at tey sterkastu yvirlivdu, tá ið harðast leikaði á, og at tey sterkastu kalldýrini sluppu at føra sína ætt víðari, meðan viðføddir veikleikar hjá øðrum soleiðis blivu soldaðir frá í alingini. Í seinni tíðum hevur hetta hildið áfram, men fyri ein part í samspæli við menniskjuni, sum umframt styrki hava lagt dent á aðrar eginleikar, vakstrar- og mjólkievni, kjøtsmakk, ullferð osfr. Ullferðin er tó framvegis soleiðis skikkað, at hon yvirhøvur ger dýrini egnað at vera úti í øllum veðri.
At húsdýr vanliga standa í fjósi í Føroyum kemur ikki av, at tað er betri fyri tey at standa inni tvørturímóti. Tey verða vanliga tikin inn, tí tey um veturin kleyva lendið meira upp, enn jarðánarin kann góðtaka ella tí, at tað annars ikki slepst til teirra, at geva og hava eftirlit við teimum, eitt nú í lembing. At seyður, um ikki alneyðugt, verður hildin á bási er stór misskiljing av teirra veruliga tørvi og beinleiðis skaðiligt fyri alingina, tí her hjá okkum er tørvur á dýrasløgum, ið tola ringt veður, og gerst tað best við at ala víðari uppá tey, sum hóast harðbalið veðurlag, trívast best úti. Hetta er ikki tað sama sum at siga, at tað er skeivt at geva afturat um veturin, men sjálvt tað skal gerast við varni og um gjørligt heldur úti enn inni ella soleiðis, at seyðurin frítt kann ganga út og inn.
Seyðahús fíggjarliga ósamanhangandi
Fíggjarliga hongur byggingin av hesum nógvu nýggju seyðahúsum ikki saman, serliga um tað varð fíggjað fyri somu rentu, sum samfelagið skal gjalda fyri at útvega lánspening til endamálið. Við seyðahúsum slepst undan stórum seyðafelli hvørji 20 til 40 ár, um so er, at stórkavin legst meðan seyðurin er inni, men hesin vinningur klárar ikki at gjalda rentuna av seyðahúsunum. Sjálvsagt er tað ikki serliga djóravinarligt at lata seyð doyggja í kulda og kava, og hava vit sjálvsagt skyldu at gera alt vit eru ment fyri at hjálpa seyðinum. Men møguliga skulu vit fyri ein part finna aðrar og bíligari loysnir enn at byggja seyðahús, har tað ikki er alneyugt. Kanska er ávíst felli tey ringastu árini eisini neyðugur prísur fyri, at eginleikarnir hjá eftirverandi seyðastovninum at yvirliva og trívast í okkara náttúru eru sum frægast, eisini tann partin av árinum, seyðurin ikki er inni.
Fleiri sjúkur
inni enn úti
Tá ið menn byggja »góð« og tøtt fjós, fáa teir helst sær sjálvum eitt gott arbeiðsumhvørvi, men fyri dýrini gevur tað ofta verri trivnað og fleiri sjúkur, serliga um útluftingin ikki er einastandandi góð. Slævin luft og rámur ammoniak-deymur í einum fjósi eru tekin um, at útluftingin er út av lagi vánalig og má betrast munandi. Eisini hevði tað verið betri fyri dýrini, um tey í staðin fyri bundin á bási sluppu at ganga frítt ella í einari boks við í minsta lagi 6 fermetrum til hvørt stórdýrið. Best er tó, um tey eisini sleppa at ganga úti, um ikki annað í uttandura rennigarði og at viðbrekin dýr, smákálvar og smáfyl, onkursvegna sleppa at kroka, tá vindur og avfall er av tí mesta, t.d. í einum bóli, aftur undir einum bakka, húsaveggi ella undir hálvtekju ella líkandi. Hjá hesum hevur tað serliga týdning, at tey kunnu standa turr. Betri er við fullkomiliga opnum ella hálvopnum skúri enn at dýrini í annars góðum fjósi standa í beinleiðis trekki av vindi, sum vit eisini vita frá okkum sjálvum.
Kuldi eingin trupulleiki
Sjálvt um dýrini hava møguleika fyri at kroka, tá tey hava hug, skal veðrið vera rættuliga ófantaligt, fyrr enn tey ikki heldur velja at ganga ella liggja úti enn inni, hóast tað hjá fólki, serliga býbúgvum, sær ótespuligt út. Orsøkin er, at mesti fenaður á okkara leiðum, m.a. neyt, seyður og ross, trívist best í umhvørvi frá umleið minus 10 til pluss 10 hitastig. Dýrini krevja sjálvsagt nóg mikið av vatni og fóðuri, eisini stráfóðuri , vitaminir og mineralir, sera gott luftskifti, ljós og møguleika fyri at røra seg. Sleppa dýrini afturundir, tá ið harðast leikar á, og fáa tey nóg mikið av fóðuri, framleiða tey sjálvi ovmikið av hita av hesum. Um kuldin tá kemur væl niður um 10 kuldastig, hevur hetta einki at siga.
Heit, slævin luft drepandi
Øll vita vit, at tá hiti, væta ella slævin luft og lívrunnin evni eru til staðar, fleirfalda bakteriur seg við ørandi ferð. Standa dýr tá tætt saman í tøttum fjósi, er vandi á ferð, serliga hjá teimum viðbreknu, kviðin dýr, smákálvar og fyl. Í londum har ávísar bakteriur og virus, sum eitt nú elva til lungnabruna hjá húsdýrum er vanligur, doyggja dýrini serliga kálvar, lomb og fyl frá hond, um tey standa í »góðum« og tøttum fjósum. Tey tola ikki ta slævnu luftina, sum er at finna í fleiri føroyskum fjósum. Men tær herviligastu av hesum sjúkuelvandi verum eru tíbetur ikki til í Føroyum enn. Verða hesar smittur førdar inn, kann hetta hava álvarsligar avleiðingar við sær, um ikki orsøkin og neyðugar broytingar í fjósunum verða framdar beinanvegin. Hetta verður ikki skrivað fyri at harta tey, sum hava dýrini í fjósi, umstøðurnar loyva mangan ikki øðrum, bert fyri at kunna fólki, sum hava ilt av, at dýrini ganga úti um veturin. Flestu ross sleppa tó eisini út um veturin, um ikki dagliga, so í vikuskiftunum. Er fjósið turt, ikki beinleiðis heitt og eingin ammoniakroykur at merkja, er hetta vanliga tekin um, at luftskiftið er á góðari leið. Frægast hevði tó verið, um dýrini høvdu ein teig ella ein uttandura rennigarð, har tey dagliga kundu sleppa út.
Luft
Sum høvuðsregla skal luftinntakið í annars tøttum fjósi stýrast soleiðis, at tað er í vindeygahædd ella hægri, at kalda luftin, ið kemur inn, ikki dettir beint niður á smákálvar, smáfyl og lomb, um hesi standa við ein útvegg, og at heita og slævna luftin, ið søkir uppeftir, sleppur út aftur ovarliga ella í sjálvari mønini. Um opini eru nóg stór, er ikki neyðugt við mekaniskari útlufting og streymnýtslu til hetta. Hitin frá dýrunum syrgir sjálvur fyri hesum luftrensli.
Ljós
Sum landsmaður okkara Niels Finsen vísti á, hevur eisini ljós sera stóran týdning fyri heilsuna. Hetta er ikki einans galdandi hjá fólki. Millum annað hevur ljós týdning fyri evnini at upptaka ávís vitamin og mineral og fyri hormonskipanina annars, eitt nú kynshormonini, ið stýra eggjaloysingini hjá hondýrum, t.e. at neyt verða til tarv, ær á blesmanna og ryssur á áløgum (á riði). Hjá dýrum, sum standa á bási, eru tekin um hetta av somu orsøk ofta óreglulig og ótýðilig og við hvørt als ikki til staðar.
Serliga stórt árin hevur ljós á D-vitamin, ið hevur týdning fyri tey hormon, sum stýra upptøku av kálki úr gørnunum og goymslu av kálki í beinagrindini. Høvuðsatvoldin til Eingilska-sjúku (bleyt og veik beinagrind, innsmokkað rivjabein og liðapína), sum eftir ídnaðarkollveltingina var stórur trupulleiki hjá enskum børnum, serliga teimum í kolanámsvinnuni og hjá føroyskum børnum, sum fyrr blivu hildin ov nógv inni um veturin, er júst tørvur á D-vitamini, sum m.a. stendst av ljóstroti.
Trivnaður yvirhøvur
Í Noregi verður frá komandi ári helst bannað at hava neyt á bási alt árið, og er tað púra beint. Fyrr ella seinni kann slíkt bann væntast hjá okkum eisini. Eg kenni ikki tjakið aftanfyri hesum í Noregi. Umframt omanfyrinevndu orsakir, hevur tjakið í øðrum londum um hesi viðurskifti tó eisini við kropsligan og sosialan trivnað hjá dýrunum yvirhøvur at gera, møguleikanum hjá teimum at vera saman við øðrum av sínum egna slagi, at sleppa at strekkja beinini, renna, menna beinagrind, vøddar, vakstrar- og sinnalag undir umstøðum, ið eru so nær gjørligt teimum, ið tey eru skapað til. At fólk sumstaðni hava dýr gangandi á einum lutfallsliga lítlum stykki, sum verður traðkað illa upp og einki strá sæst eftir, merkir sostatt ikki, at hesi fara verri við dýrunum enn hini, sum hava tey inni, heldur hinvegin, um tey bert geva nóg mikið av vatni og fóðuri. At t.d. ross við hvørt leggjast at eta mold nýtist heldur ikki at vera tekin um, at tey einki ella ov lítið fóður fáa, men heldur, at teimum tørva ávís mineral, sum ikki er nóg nógv av í verandi fóðuri og mineralblanding, men sum tey sjálvi fáa sær úr moldini. Einki er galið við tí. At tey við hvørt tykjast standa og bína við eitt garðslið, er helst tekin um, at tey eru von við at fáa kraftfóður innan næstu tímarnar, ikki at tey verða svøltað. Tá høvdu tey heldur brotið garð.
Tørvur á kappingarførum loysnum
Innan fá ár kann væntast, at latið verður upp fyri fríum innflutningi av øllum landbúnaðarvørum, eisini lágpasteuriseraðari mjólk. Í EU, har mjólkaprísurin vegna studning og harav standandi høgum jarðarprísum er »kunstiga« høgur, verða íløgur til fjós, súrhoyggjabrunnar osfr. uppá einar 30.000 kr. fyri hvørja kúgv roknað sum evstamark fyri at kunna kappast. Í Føroyum er vanlig íløga frá 100.000 kr. og uppeftir uppá fjósplássið. Fyri at klára seg í framtíðarkappingini er sjálvt 30.000 kr. ov nógv, tí roknað verður við, at mjólkaprísurin á altjóða støði komandi árini fer at falla við um 4% um árið. Hetta sigur okkum eisini eitt sindur um tørvin á framtíðar ætlanarlegging fyri vanliga landbúnaðin í Føroyum. Tørvur er á loysnum, sum eru lagaðar eftir veruliga tørvinum hjá okkara húsdýrum og samstundis so einfaldar og bíligar, at vit eru kappingarfør við lond, har djóravælferð langt síðan er slept í peningajagstran og dýrini dagliga verða givin hormon og pensilin fyri at kroysta framleiðsluna enn hægri upp. Slíkar loysnir kunnu bera í sær, at dýrini ganga í haga ella undirhaga so leingi sum gjørligt og at tey alt árið kunnu ganga úti ella út og inn og bara hava okurt slag av skýli at kroka í, sum eisini er betri fyri tey enn tætt fjós. Hartil krevst bert, at roynt verður at gera eitt sindur við lendið rundan um fjós ella skýli, at dýrini fáa gingið og ikki gerast føst í evju.
Ross í rennigarði
Sjálvi hava vit nú í vetrarhálvuni tvey fyl gangandi á 4500 fermetrum, og hava fleiri spurt okkum, um hetta eru rættar umstøður at hava ross, um tað ikki er synd í teimum, at tey ganga úti. Onkur hevur enntá vent sær til okkurt blað við einum fyrispurningi um rossini fáa nakað at eta. Tað er sum áður nevnt gleðiligt, at fólk hava eitt vakið eyga og dámligt, at blaðið vendir sær beinleiðis til okkara fyri at vita, um viðurskiftini eru í lagi, hóast tað sum áður nevnt skuldi verið nóg mikið at ásanna, at tey eru væl í holdum.
Í einum skýli er hoyggj og vatn fyri teimum alt samdøgrið. Neyðugt er at avmarka kraftfóðurnýtsluna nakað fyri at tey ikki skulu gerast ov feit og svansa ov nógv við tí. Umframt graspillarar fáa tey kornúrdráttir, rótarestir o.a. eins og vitaminir og mineralir og hava ein mineralsaltstein at sleikja eftir egnum huga. Kálk fáa tey úr knústum skeljum, sum tey grammliga eta. Ikki ber til at leggja fóðurið út, so fólk síggja, at vit geva teimum, tí tá spillist tað av regni, men hava vit nú hongt ein seðil upp uttanfyri, sum stutt greiðir frá hesum.
Talan er um tvey 11/2 ára gomul føroysk hestfyl, sum hava tørv á at beistast eitt sindur fyri at menna vøddar, vakstrar- og sinnalag. Ynskiligt kundi sjálvsagt altíð verið við meira av plássi. Grannastykkið var lænt til beiti, men tá tey ikki longur virdu el-hegnið, hóast ovmikið av hoyggi, kraftfóðuri og vatni var í skýlinum, máttu vit taka tey inn á okkara egna stykki, sum ikki krevur el-hegn. Ælanin er tó ikki, at hetta skal vera beiti hjá teimum, tað er stykkið sjálvsagt alt ov lítil til, men at tey í staðin fyri at standa bundin á bási allan vetur skulu sleppa at strekkja beinini. Í løtuni er tað nakað moldkent, men arbeitt verður uppá at fáa tað so turt, sum gjørligt.
Skeljar
Hetta verður m.a. gjørt við at koyra knústar skeljar á bøin fyri at fáa meira poknut tilfar og harvið luft niður í moldina, sum saman við kálkinum í skeljunum er neyðugt fyri, at moldin verður minni súrgað og plantur kunnu taka føðsluevnini úr moldini og gagnnýta tey til fulnar. Fylini eta nógv burturav knústu skeljunum í moldini og syrgja annars sjálvi fyri at traðka og blanda skeljarnar niður í moldina, so maskinamboð til hetta eru ikki neyðug. Í løtuni er tað ófantaligt at síggja til, tí skeljarnar hvørva nærum beinanvegin niðurí moldina, men um meira verður koyrt á av hesum og øðrum tilfari gerst hógvurin sum frá líður turrari og fastari og eitt lag av mold og grasi fer at leggjast omaná. Kálkið í skeljunum og økta luftin í moldini geva eisini liviumstøður hjá nógv fleiri livandi verum, sum virka sum eitt slag av lívrunnum filtri, ið saman við kálkinum sjálvum bindir føðsluevnini og minkar um dálkingina og frárensl av føðsluevnum frá mold og tøðum.