Djúphugsna og kvirra í Christianskirkjuni

Sum siðvenja hevur verið seinnu árini, verður ein serstøk guðstænasta við heitinum “Djúphugsna og kvirra” í Christianskirkjuni dýra biðidagskvøld kl 18.00.

 

Høvið verður givið til kvirru og umhugsni, og har verður tónleikaframførsla, har næmingar frá tónlistaskúlanum spæla á tvørfloytu saman við urguleikaranum Jóhonnu Johannessen.  Til ber at tendra ljós og taka eitt bíbliuørindi. Ein kann eisini leita fram at altarinum, har møguleiki er at fara í bøn og at njóta kvirruna. Hanus á Gørðum prestur prædikar, og gudstænastan endar við altargongd.