DMI boðar frá stormi

Danska veðurstovan DMI boðar frá nógvum vindi komandi dagarnar, onkustaðni í landinum verður stormur og í hvirlunum upp í hvassan storm.

Eitt lágtrýst í ein landnyrðing úr Skotlandi fer í ein landnyrðing, og eitt lágtrýst í ein útsynning úr Íslandi fer yvir Føroyum fríggjadagin. Óstøðug luft við ælaveðri streymar inn yvir Føroyar úr vestri, seinni útnyrðingi. Sunnudagin fer eitt lágtrýst yvir Grønlandsfjørðin úr útsynningi, og eitt tilhoyrandi hitabrúgvalag fer framvið Føroyum úr útsynningi sunnudagin, meðan kuldabrúgvin fer framvið mánadagin. Kaldari luft við ælaveðri streymar inn yvir Føroyar úr útsynningi og vestri. Mikudagin fara nýggj brúgvaløg framvið oyggjunum úr vestri, og um náttina fylgir tilhoyrandi ælaveðrið við úr útsynningi og vestri.

 

Veðrið fríggjadagin:

Gul til stívt andøvsgul úr útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Seinni veksur hann vildin til stívt andøvsgul upp í hvassan vind úr vestri, 10 til 15 metrar um sekundið. Samdrigið men ælaveður, partvíst við heglingi ella vátaslettingi. Fríggjamorgunin hvassur vindur úr vestri 15 til 20 metrar um sekundið, seinnapartin onkustaðni stormur úr vestri og útsynningi, 23 metrar um sekundið, í hvirlunum upp í hvassan storm, 25 metrar um sekundið. Út á kvøldið minkar hann vindin til hvassan vind úr útnyrðingi, 15 til 20 metrar um sekundið, um náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind úr vestri, 10 til 15 metrar um sekundið. Allan fríggjadagin verður samdrigin luft við ælaveðri, partvís við heglingi ella vátaslettingi. Hitin millum 1 og 5 stig.

 

Leygardagin:
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind úr vestri og útnyrðingi, 10 til 15 metrar um sekundið, onkustaðni upp í strukur í vindi, 18 metrar um sekundið. Samdrigið luft við fitt av ælingi, vátaslettingi ella kava. Um náttina andøvsgul upp í ein strúk úr vestri, 8 til 13 metrar um sekundið, sum minkar til gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Samdrigið við ælingi, partvís vátaslettingi, men sum frá líður mest sum turt. Hitin alt døgnið millum 1 og 5 stig.

 

Sunnudagin:
Gul til stívt andøvsgul úr útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið, sum frá líður andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 metrar um sekundið. Um náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind úr útsynningi og suðri, 10 til 15 metrar um sekundið. Skýggjað og támut, stundum regn. Hitin veksur til umleið 8 hitastig.

 

Mándagin:
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind úr suðri, 10 til 15 metrar um sekundið, sum snarar í ein útsynning og minkar til andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað, men stundum regn. Hitin millum 5 og 8 stig. Um kvøldið og náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind úr útsynningi, 10 til 15 metrar um sekundið. Fyrst regn, seinni klárar hann í, tó okkurt æli. Hitin millum 2 og 5 stig.

 

Týsdagin:
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind úr útsynningi, 10 til 15 metrar um sekundið. Um náttina veksur hann vindin til strúk í vindi upp í skrið úr suðri, 13 til 20 metrar um sekundið. Samdrigið, men ælaveðut, men um náttina skýggjað, tó stundum regn. Hitin umleið 5 stig.

 

Mikudagin:
Hvassur vindur úr suðri, 15 til 20 metrar um sekundið, snarar um kvøldið í ein útsynning. Skýggjað og regn, og hitin um 8 stig. Um náttina samdrigið og ælaveður, hitin um 5 stig.