Danska veðurstovan DMI roknar við, at kalda veðrið heldur fram. Báðar vikuskiftisdagarnar verður hitin um frostmarkið, men um næturnar verður niður í 4 kuldastig.
DMI sigur, at í dag vera 5-10 m/s av norði. Nakað av sól, men eisini kava- ella vátakavaæl. Í nátt verður skýggjað. Hitin verður millum frostmarkið og 3 hitastig, í nátt niður í 3 kuldastig.
Sunnudagin vera 3-8 m/s av norði. Samdrigið og turt. Um kvøldið verður vindur av eystri, og møguleiki verður fyri onkrum kavaæli. Hitin verður millum frostmarkið og 3 hitastig, um náttina niður í 4 kuldastig.
Eisini mánadagin verður kalt, millum frostmarkið og 5 hitastig, og tá kann roknast við nakað meira vindi.