Danska veðurstovan DMI roknara við, at veðrið verður hampuliga gott í dag. Í morgin verður sum frálíður meira vindur.
DMI sigur, at í dag vera 3-8 m/s av vestri, eitt skifti upp í 10 m/s. Nakað av sól, men sum frálíður skýggjað og regn- ella vátakavaæl. Seinnapartin kunnu sólglottar verða norðanfyri, og vindurin minkar niður í 3-5 m/s. Hitin verður millum frostmarkið og 5 hitastig. Í nátt vera 5-10 m/s av útsynningi og suðri. Onkur regnæl, men út á náttina meira áhaldandi regn av útsynningi. Hitin verður millum frostmarkið og 5 hitastig.
Sunnudagin vera 5-10 m/s av útsynningi og suðri. Seinnapartin 10-18 m/s. Samdrigið og regn. Um kvøldið 15-20 m/s og um náttina 18-23 m/s av útsynningi. Samdrigið og regn. Hitin verður millum 4 og 9 stig.