Danska veðurstovan DMI væntar, at vindurin í dag verður upp í 15 m/s, men síðani minkar vindurin, og veðrið verður hampiligt.
DMI sigur, at í dag vera 8-13 m/s av landsynningi, seinni eitt skifti upp í 15 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og turt, men eisini møguleiki fyri sólglottum. Hitin verður millum 4 og 8 stig.
Leygardagin vera 5-10 m/s av landsynningi, út á dagin 3-8 m/s. Skýggjað, támut og í støðum sirm ella regn. Hitin verður milum 4 og 9 stig.
Sunnudagin vera 3-8 m/s av landsynningi og suðri. Skýggjað og támut og í støðum løtur við sirmi ella regni. Hitin verður millum 5 og 9 stig.