DMI: Soleiðis verður veðrið um vikuskiftið

Tað verða bæði regnæl og sólglottar um vikuskiftið

Danska veðurstovan DMI lovar hampiligt um vikuskiftið. Tað verður eitt sindur av vindi, vátt onkrar løtur, men møguleiki er eisini fyri onkrum sólglottum.

 

DMI sigur, at í dag vera 5-10 m/s av útsynningi, í støðum upp í 13 m/s, seinnapartin av vestri. Skýggjað ella samdrigið og támut veður við mjørka, í støðum nakað av regni. Seinnapartin fer eitt skifti at regna av vestri, men seinni á degnum verður klárari aftur og nakað av sól. Hitin verður millum 8 og 11 stig.

 

Í nátt vera 8-13 m/s av útsynning, skiftandi skýrák og okkurt æl. Hitin verður millum 5 og 9 stig.

 

Sunnudagin vera 5-10 m/s av útsynningi. Nakað av sól, men eisini onkur æl. Hitin verður millum 7 og 12 stig.