Dómaraleiðarin: Elias hvørki leyp á ella slóg Markus Olsson

Nógv umtalaða taklingin hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu móti Markusi Olsson hjá Kristianstad fær ikki nakað eftirspæl

Elias Ellefsen á Skipagøtu skuldi fingið reytt kort, men hann hvørki leyp á ella slóg Markus Olsson í taklingini, sum tyktist ógvuslig í aðru meistaraskapsfinaluni millum liðið hjá Eliasi, Sävehof og Kristianstad í høllini í Partille farna mánakvøld.

 

Tað heldur dómaraleiðarin hjá svenska hondbóltssambandinum, Björn Ericsson.

 

Björn Ericsson staðfestir í viðmerking til blaðið, Kristianstadbladet, at taklingin fær einki eftirspæl fyri Elias.

 

Tískil kemur nógv umtalaða taklingin ikki til viðgerðar hjá aganevndini hjá svenska hondbóltssambandinum.

 

Kristianstad og Sävehof spæla triðu meistaraskapsfinaluna í Kristianstads Arena í annaðkvøld, har tey hjá IFK Kristianstad vænta fulla høll, 5.200 áskoðarar. Støðan í samlaðu uppgerðini, har spælt verður best av fimm dystum er javnleikur 1-1.