info
Ongi úrslit

Dómarin á Tórsvølli hevur tvær ferðir dømt dystir hjá Føroyum

42 ára gamli, Kristo Tohver úr Estlandi er ein royndur altjóða dómari

Heri Simonsen
28. november 2023 kl. 17:25

Hósdagin klokkan 17.45 verður seinasti almenni fótbóltsdysturin á føroyskari jørð í 2023 leiktur. 

KÍ sum er nummar trý í bólki A í Conference League við fýra stigum tekur ímóti Slovan Bratislava, ið er nummar tvey í bólkinum við sjey stigum.

Tí má KÍ vinna dystin um tað skal vera nakar spenningur undan seinasta umfarinum 14. desember, tá Slovan tekur móti Ljubljana á heimavølli og Lille sama kvøld tekur móti KÍ.

Tað verður ein royndur dómari úr Estlandi, ið verður fyrsti dómari til dystin millum KÍ og Slovan Bratislava.

42 ára gamli, Kristo Tohver hevur dømt altjóða dystir, bæði landsdystir og evropeiskar dystir hjá felagsliðum síðani 2010.

Kristo Tohver hevur enntá dømt dystir hjá føroyska landsliðnum á tveimum sinnum.

Fyrru ferð var í Nations League dysti á Malta, tá Malta og Føroyar leiktu javnleik 1-1. 4. juni í 2021 dømdi Kristo Tohver venjingardystin millum Føroyar og Ísland á Tórsvølli, ið Ísland vann 1-0.

KÍ Klaksvík (FRO) - ŠK Slovan Bratislava (SVK)
Dómari: Kristo Tohver EST
Hjálpardómari 1: Sander Saga EST
Hjálpardómari 2: Sten Klaasen EST
Fjórði dómari: Juri Frischer EST
VAR dómari: Jonas Hedegaard Hansen DEN
VAR hjálpardómari: Jakob Kehlet DEN
UEFA dómaraeygleiðari: Þóroddur Hjaltalín ISL
UEFA umboð: Kieran O’Connor WAL

 

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

15 tímar síðan

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

Í gjár kl. 23:14

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Meiri ferð á føroyska búskapinum í fjør

37 minuttir síðan
Fótbóltur

Heini er millum teir fyrstu ellivu í dag

52 minuttir síðan
Tíðindi

Ísland økir alivinnuna við rúkandi ferð

1 tími síðan
Tíðindi

Marco Rubio: - Ísland er sentralt fyri trygdina her norðuri

2 tímar síðan
Tíðindi

Nærum 2,8 milli­ard­ir í av­lopi á gjalds­javnanum

2 tímar síðan
Fótbóltur

Eyðun kennir seg næstan sum heima

3 tímar síðan
Fótbóltur

Hallur Hansson gevst í fótbólti

3 tímar síðan
Tíðindi

Leiðari settur fyri Ung­dóms­ráð­gev­ing­ina hjá Sinnisbata

3 tímar síðan
Tíðindi

Eitt rør er brotið í Ánagjógv

3 tímar síðan
Tíðindi

Bárður á Lakjuni fer at framføra í Strandamáling

4 tímar síðan
Tíðindi

34 ár síðani svarta oktober

4 tímar síðan
Tíðindi

Meiriluti er fyri at beina burtur forboðið móti kjarnorku í Litava

4 tímar síðan