Í dag kann gerast dagurin, har fyrrverandi ES forsetin Donald Tusk, verður útnevndur sum nýggjur forsætisráðharri í Póllandi.
Sitandi forsætisráðharrin, Mateusz Morawiecki, skal í dag halda eina røðu, og síðani verður ein álitisatkvøðugreiðsla í pólska tjóðartinginum.
Tað verður roknað við, at Morawiecki tapir atkvøðugreiðsluna. So verður tað upp til tjóðartingið at peika á ein nýggjan forsætisráðharra, skrivar Reuters.
Donald Tusk hevur ein meiriluta aftan fyri seg eftir valið í oktober.
Á valinum gjørdist nationalkonservativi flokkurin Lóg og Rættvísi (PiS) størsti flokkur við 35 prosentum av atkvøðunum.
Men uttan samgongufelagar í tjóðartinginum, kann flokkurin við 194 av 460 sessum í tjóðartinginum ikki verða sitandi við stjórnarvaldinum.
Teir tríggir ES vinarligu andstøðuflokkarnir hava tilsamans 248 sessir og hava gjørt eina samgonguavtalu.
Í Póllandi er áhugin fyri politikkin vaksin síðani valið, skrivar Reuters.
Ávísir fundir í tjóðartinginum hava havt yvir eina millión vísingar á YouTube, og ein biografur í høvuðsstaðnum, Warzawa, hevur gjørt av at vísa tingfundin í dag. Atgongumerkini vórðu útseld, tá Reuters spurdi biografin í gjár.
/ritzau/