DONG sær stórar møguleikar í Føroyum.

Danska DONG, sum eisini er við í oljuleiting við Føroyar, fer í summar undir sína fyrstu boring vestan fyri Hetland, har tað er fyristøðufelag. Vinnurásin á Rás2 tosar við ein av stjórunum Jan Terje Edvardsen týsdagin klokkan 16

Danska olju – og gassfelagið DONG er í dag tað mest virkna felagið vestan fyri Hetland, har tað hevur flest leitiloyvi. DONG er eisini sera virkið í Føroyum. Vinnurásin hevur hitt leitistjóran hjá felagnum, Jan Terja Edvardsen á høvuðstøðini í Hørsholm uttan fyri Keypmannahavn. Tosað verður um møguleikarnar at gera fleiri olju- og gass fund millum Føroyar og Hetland og um áhugan hjá felagnum at vera við til at finna føroysku oljuna og gassið. Jan Müller er vertur. Vinnurásín týsdagin eftir tíðindini klokkan 16.