Kring allan heimin hevur kreppan eisini rakt privatu fjølmiðlarnar meint. Dagbløð verða løgd saman, onnur mugu lata aftur og uppaftur onnur siga fólki upp. Serstaliga eru tað lýsingarnar, sum svíkja. Niðurgongdin á lýsingarmarknaðinum er nógva staðni katastrofal fyri bløðini, í Danmark er hon millum 30 og 50%. Aftrat hesum kemur kappingin frá almennu miðlunum.
Hvussu skulu mongu dagbløðini klára seg í hesum turbulentu tíðum varð tí heitið á stórari ráðstevnu í Svendborg í vikuni, har 100 blaðstjórar og leiðarar á dagbløðum møttust, eisini úr Føroyum og Grønlandi. Umframt torføru avbjóðingarnar á lýsingarmarknaðinum ávara blaðleiðslur eisini móti tí tær kalla ?unfair? kappingini tey fáa frá almennu miðlunum, har serstakliga DR. Hóast DR og tess fólk fingu nógv rós og herðaklapp fyri góðar sendingar, so mettu fleiri av blaðstjórunum, at politikararnir áttu at sett mark fyri, hvussu langt DR kann menna seg í nýggja miðlinum, netinum í beinleiðis kapping við privatu miðlarnar, sum fyri at yvirliva nettupp mugu til at leggja seg eftir at gera tilfar til netið. Júst í hesum døgum arbeiða danskir politikarar við at gera eina nýggja fjølmiðlassemju, sum skal setast í gildi í heyst. Hon fer m.a. at viðgera í hvønn mun tað almenna skal lata stuðul til privatu miðlarnar og hvørjar av teimum. Sum nú er verða latnar 350 mill. kr. á donsku fíggjarlógina til útbergingarstuðul til dagbløðini, tí mett verður, at tey hava stóran týdning fyri demokratiska skipanina.
Rás2 fer í eini sending í dag klokkan 14.15 at umrøða nakrar av hesum spurningum. Jan Müller, blaðstjóri, sum umboðaði Miðlahúsið á ?Redaktørernes Døgn? ráðstevnuni, hevur samrøður við formannin í danska blaðútgevarafelagnum, Danske Dagblades Forening, Ebbe Dahl. Hann tosar eisini við blaðstjóran á Lolland Falster Folketidende, Søren Knudsen og við blaðstjóran á Politiken, Stig Ørskov. Seinast í sendingini tosar hann við Hans Engell, fyrrv. blaðstjóra á Ekstra Bladet.
Tilak og panelfundur í Miðlahúsinum fríggjakvøldið kl. 19.30 fer eisini at viðgera støðuna hjá fjølmiðlunum. Á tí fundinum sum ber heitið ?Fjølmiðlar og samfelag?, fara Helena Dam á Neystabø, Høgni Hoydal, Tróndur Djurhuus og Hans Engell at røða um evnið: ?Hvønn týdning hevur tað fyri føroyska samfelagið, at vit hava dagbløð, útvarp og kringvarp.