Donsk skúlabørn mugu hava betri fatan av Ríkisfelagsskapinum.
Tí setur barna- og undirvísingarmálaráðharrin í Danmark, Mattias Tesfaye, nú nýggja evnisviku í fólkaskúlanum.
Hon verður kallað Ríkisfelagsskapsvikan, har skúlanæmingar yvir eina heila viku við temaundirvísing fara at kunna seg um tilknýti til Grønland og Føroyar.
Væntandi verður henda vikan hildin fyri fyrstu ferð í viku 46 í skúlaárinum 2027/2028.
Tað boðar danska barna- og undirvísingarmálaráðið frá í tíðindaskrivi.
Innføringin av nýggju evnisvikuni er eitt beinleiðis aftursvar uppá ófriðin um danska kongaríkið seinastu tíðina, har amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur roynt at tryggja ognarrættin til Grønland.
Hóttanin skal takast í álvara, er áskoðanin hjá stjórnini, og tí skal danska fólkið útbúgvast meira í okkara ríkisfelagsskapi.
– Verandi heimsstøða setur fólkaræðið undir trýst. Ófriðurin í heiminum minnir okkum á, at samanhald ikki er ein sjálvfylgja, men nakað, sum skal haldast við líka, sigur barna- og undirvísingarmálaráðharrin, Mattias Tesfaye, í fráboðanini.
Hann heldur fram:
– Tørvur er á at styrkja ríkisfelagsskapin, og hetta arbeiðið byrjar í skúlanum.
Ráðið fer at gera Ríkisfelagsskapsvikuna eftir íblástri frá evnisvikuni Vikun Seks, har skúlarnir leggja dent á kynsliga undirvísing.
Ríkisfelagsskapsvikan verður sjálvboðin fyri skúlar at luttaka í, og nú verður eyka undirvísingartilfar gjørt til skúlar at brúka.
Hetta verður gjørt í tøttum samstarvi við áhugapartar í Føroyum og Grønlandi, sigur ráðið.
Tvær milliónir krónur verða settar av í 2026 til menning av tiltakinum og síðani 1 millión krónur árliga í 2027-2030 til at seta á stovn og reka donsku ríkisfelagsskapsvikuna.
/Ritzau/










