Við 23 atkvøðum fyri, 7 ímóti og einari blankari atkvøðu samtykti Løgtingið fyri løtu síðani málið um Suðuroyartunnilin. Men tað var við hjálp frá andstøðuni, at málið varð samtykt, tí tað vóru bara 13 atkvøður úr samgonguni fyri málinum. Og tað kann tykjast løgið, at eitt nú tveir triðingar av tingmanningini hjá Framsókn atkvøddi ímóti, tá nettupp Framsókn hevur lagt trýst á serliga Javnaðarflokkinum um at atkvøða fyri at hækka pensjónsaldurin.
Greitt er ikki enn, um hetta fær avleiðingar fyri lógina um hægri pensjónsaldur, sum skal til 3. viðgerð mikudagin.
Tað var bara hjá Javnaðarflokkinum og Miðflokkinum, at allar atkvøðurnar vóru fyri málinum.
Bjarni Kárason Petersen og Karlot Hergeirsson úr Framsókn atkvøddu ímóti. Tað gjørdi Liljan Weihe úr Tjóðveldi eisini. Erling Eidesgaard úr Tjóðveldi atkvøddi blankt.
Soleiðis atkøvddu tingfólk um tingmál nr. 066/2025 - Uppskot til løgtingslóg um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum:
##med2##
##med3##













