- Nakrir danskir sjúkrarøktarfrøðingar, sum ætlaðu sær til Grønlands at arbeiða, hava givið avboð og vilja ikki til Grønlands kortini.
Tað sigur forkvinnan í grønlendska sjúkrarøktarafelagnum, Navarana Johansen, og vit kunnu leggja aftrat, at á grønlendskum kallast felagið, Peqqissaasut Kattuffiat.
- Vit uppliva, at tað eru sjúkrarøktarfrøðingar í Danmark, sum hava ætlað sær til Grønlands at arbeiða, men sum hava tikið starvssetanina aftur, sigur hon við grønlendska kringvarpið, KNR.
Navarana Johansen vísir á, at hon veit ikki, hvussu nógvir sjúkrarøktarfrøðingar talan er um, sum hava broytt meining og nú ikki vilja til Grønlands kortini.
- Eg skilji væl, at hóttaninar hjá amerikanska forsetanum ræða fólk, sigur forkvinnan í grønlendska sjúkrarøktarafelagnum við grønlendska kringvarpið.
Meira um hetta kann lesast á hesari leinkju - https://www.knr.gl/da/nyheder/utryghed-faar-nogle-danske-sygeplejersker-til-blive-vaek











