Donsk lýsingabløð ólóglig í Føroyum

Allir limirnir í Løgtinginum eru samdir um, at alt lýsingatilfar, sum beinleiðis er ætlað brúkarum í Føroyum, skal vera á føroyskum máli og nú verður føroyski brúkarin eisini tryggjaður við brúkaraumboðsmanni

Í framtíðini verða øll útlendsk lýsingabløð ólóglig í Føroyum.

Í øllum førum eru allir tinglimir samdir um, at nú skulu føroyskir brúkarar bara fóðrast við lýsingum á føroyskum máli.

Í morgun hevur Løgtingið viðgjørt ikki minni enn tvey uppskot um marknaðarføringslóg.

Annað uppskotið hevur samgongan lagt fram og hitt uppskotið hevur andstøðan lagt fram.

Men í báðum uppskotunum verður nú skotið upp, at allar lýsingar og alt lýsingatilfar, sum beinleiðis vendir sær til føroyska brúkaran, skal vera á føroyskum máli.

Hetta ber í sær, at teksturin í øllum lýsingum og lýsingatilfari, sum eru gjørt fyri at ávirka brúkarar í Føroyum, skal vera á føroyskum.

Men hinvegin hevði verið ov nógv at kravt, at andstøða og samgonga vóru púra samd um málið kortini, tí -sum vant- funnu tey okkurt at vera ósamd um.

Samgongan vil hava, at ein stovnur skal setast á stovn við einum brúkaraumboðið og tað ber í sær, at útreiðslurnar fyri at seta uppskotið í verk, fer at vera tvær milliónir krónur um árið.

Av tí sama skuldi hetta ikki koma í gildið fyrrenn 1. januar, tá ið fíggjarlógin fyri 2009 er komið í gildið.

Hinvegin mælti andstøðan til, at hetta skuldi umsitast av teimum eftirlitsmyndugleikum, sum longu eru fyri at gera tað bíligari.

Av tí sama kundi uppskotið setast í verk beinanvegin.

Andstøðan stúrdi fyri, at verður uppskotið hjá samgonguni samtykt, er vandi fyri, at alt dettur á gólvið, tí andstøðan hevur ikki fult álit á, at peningur yvirhøvur fer at verða játtað til endamálið næsta ár.

Hinvegin førdi samgongan fram, at fyri at verja brúkaran, er tað heilt avgerðandi og harðliga tiltrongt, at vit fáa ein brúkaraumboðsmann.

Men tá ið Løgtingið atkvøddi um málið, varð tað uppskotið frá samgonguni, sum varð samtykt.

Sostatt verður føroyski brúkarin munandi betri tryggjaður frá 1. januar at rokna við einum brúkaraumboði, sum skal tryggja ávís rættindi hjá brúkarunum.

Og samstundis verður tað frá 1. januar at rokna, ikki lógligt at hjá handilsfólki og vinnurekandi at venda sær til føroyska brúkaran á øðrum máli enn føroyskum.

Tað var málnevndin, sum í síni tíð heitti á landsstýrið um at seta tiltøk í verk fyri at tryggja, at alt lýsingamál í Føroyum, skal vera á føroyskum máli.

Málið skal hava eina viðgerð í løgtinginum afturat, áðrenn tað er endaliga avgreitt, men tað er oftast bara ein avgreiðsluspurningur.