UTTAN mun til hvat úrslitið verður av bankakanningini, er greitt, at viðurskiftini millum Føroyar og Danmark og millum vanligar føroyingar og danir longu eru vorðin so forpestað av illgitingum, tørvandi vitan, óndskapi og fyri ikki at sigat rasismu, at tað skal nógv til fyri at byggja uppaftur sínamillum álitið. Hetta er sera spell, tí stóra fjøldin av føroyingum og dønum hevur altíð staðið væl um sótt, ja føroyingar og danir hava í mangum kent seg sum brøður og systrar.
TAÐ er tí ómetaliga spell, tá danskir skribentar, sum viga tungt í ávísum fjølmiðlum, seta óneyðugar og óverdugar kílar í hetta annars nátúrliga bróður-systur forholdið. At politikarar høgga eftir hvørjum øðrum - at ósemja og stríð valdar millum flokkar og lond - er ein partur av gerandis veruleikanum. Men at slíkar ósemjur verða brúktar av einsaklingum til at sáa misálit og vanvirðing millum vanliga danan og føroyingin er tragiskt, ja óhugnaligt. Hvørji eru so hesi fólkini, sum brúka politiskar gølur og ósemjur til at seta vanliga danan upp móti føroyingum og øvugt!
EIN teirra eitur Ole Hyltoft. Grein hann hevði í Ekstrablaðnum 7. januar í ár er so niðursetandi og vamlislig, at hon átti ikki at verið komin á prent. Men lad gå - vit tolerara frælsi hjá hvørjum einstøkum at siga sína hugsan. Greinin hjá Ole Hyltoft er tó meira enn bara ein hugsan, ein meining. Hon nærkast tí ein kann kalla rasismu av fúlasta slag - ja minnir ikki sørt um reinan devulskap fyri at brúka orðið, sum illustrerar hesa grein einabest. Fyri at lesarar kunnu gera sær eina meining um hetta fara vit at endurgeva orðini hjá hesum dananum, sum kortini ikki umboðar vanliga danskaran. Greinin verður prentað í fullum líki:
?Nyrup landede på Færøerne. Øernes finansminister og halvdelen af Lagtinget ville ikke hilse på ham. Hvad er det, jeg altid har sagt? Under de færøske nissehuer skjuler sig et krater av boblende galskab. Her kommer repræsentanten for os, der poster millioner og atter millioner op i de tobenede bjerggeder, og så undlader de ikke bare at sige tak, de stikker ikke engang kloven frem til hilsen. Pas på vi ikke sælger jer til briterne, de fedtmåse. Så skal I nok få kærligheden at føle. Sagen er, at man må blive splitterravende skør af at bo på nogle udslukte vulkaner midt ude i Atlanterhavet, hvor det altid regner. De giver ø-kuller. Den eneste effektive løsning på bankkrisen er at flytte alle færinger herned til Danmark. Giv dem en ø at bo på, en mild, rund, dansk ø. Så vil de såmænd hurtigt blive gode danskere. Og send så Hells Angels og Banditos op til Færøerne. De kan få en ø hver deroppe, og lege blodhævn så længe der er nogen af dem tilbage. I overgangsfasen kan færinger få krisehjælp?.
HETTA vóru orðini frá einum kendum dana.Ironi vil onkur siga. Tola føroyingarnir ikki skemt spyr onkur! Nettup ironiin verður brúkt, tá tú er mest rasistiskur. Orðini raka langt undir tað ein kann krevja av einum siviliseraðum persóni. Er hetta nakað at byggja álit og virðing uppá millum tvey fólk! Er veruleikin veruliga so einfaldur, sum hann her verður gjørdur til Nytoft! Tú er einki frægari enn teir donsku embætismenn, politikarar og ávís fjølmiðlafólk, sum hava so avgjørdar meiningar um Føroyar og føroyingar - uttan nakrantíð at hava givið sær tíð og stundir til at sett seg inn í viðurskiftini í einum oyggjalandi. Felagsnevnarin fyri slík fólk er óvitinheit, intoleransa, vanvirðing, tramansskapur fyri ikki at siga, tí ið nærkast rasismu. Men
rætt skal vera rætt. Vit hava eisini ein part av skyldini, at vit verða uppfatað á slíkan hátt. Í meira enn 10 ár hevur Óli Breckmann ført føroyskan innanríkispolitikk á fólkatingi og tað er m.a. honum fyri at? takka?, at nógvir danir einki hava til yvurs fyri føroyingum At ein fyrrv. politikari undir mótmælisgongu í Havn samanber Nyrup við Hitler ger ikki støðu okkara betri. Slíkt sømir seg ikki einum upplýstum fólki. Eru vit ónøgd og ósamd við danskar politikarar eiga vit ikki at brúka somu metodur móti dønum, sum Ole Hyltoft og hansara líkar brúka móti føroyingum.