Donsk stjørna við í nýggjum føroyskum filmi: – Vit eru sera glað

– Hann tímir ordiliga væl. Hann hevur ein serligan kærleika til hesa ræðusjangruna og hevur gjørt líknandi filmar fyrr, sigur Jón Hammer.

(Mynd: Sarah Christine Nørgaard, Scanpix)

Í løtuni verður ein nýggjur føroyskur ræðufilmur gjørdur í Føroyum. Hann eitur “No Rest For The Wicked”.

 

Tað hevur leingi verið greitt, at føroysku Egor Venned og Sofía Nolsøe Mikkkelsen skulu spæla tveir av høvuðsleiklutunum. Men nú er greitt, hvør skal hava triðja høvuðsleiklutin – og tað er ein kendur maður. Hann eitur Pilou Asbæk.

 

Pilou Asbæk er ein av teimum absolutt størstu donsku sjónleikarunum fyri tíðina. Hann hevur ikki bara gjørt um seg í Danmark, men eisini altjóða við leiklutum í eitt nú Game of Thrones.

 

– Vit eru sera glað fyri, at hava fingið Pilou við umborð, sigur Jón Hammer, framleiðari í Kykmyndum.

 

– Hann tímir ordiliga væl. Hann hevur ein serligan kærleika til hesa ræðusjangruna og hevur gjørt líknandi filmar fyrr. 

 

– Pilou hevur ongantíð verið í Føroyum fyrr. Men hann kennir faktiskt nøkur av teimum í framleiðsluni, eitt nú Sofíu Nolsøe Mikkelsen, ið hevur hin høvuðsleiklutin, sigur Jón Hammer.

 

Í TROM var tað eisini ein kendur danskur sjónleikari, ið hevði høvuðsleiklutin, nevniliga Ulrich Thomsen. Í filminum “No Rest For The Wicked” passar tað væl, at høvuðsleikluturin er danskur. Jón Hammer fortelur soleiðis:

 

– Upprunasøgan snýr seg um, at ein fremmandur maður kemur til eina lítla føroyska bygd. Í castinigni hava vit castað føroyingar til føroysku leiklutirnar, men til útlendska leiklutin skuldu vit hava útlending. Tað bleiv so Pilou Asbæk, og vit eru øgiliga fegin.

 

Tað er SF Studios í Danmark, ið framleiðir filmin.

 

Hesa mynd hevur Pilou Asbæk lagt út á Instagram, saman við leikstjóra Kasper Kalle, Sofiú Nolsøe Mikkelsen og Egor Venned:

 

##med2##

 

Á Instagram skrivar Pilou Asbæk:

 

– Simpelthen så stolt over at være en del af dette storslået, samt ambitiøse kærlighedsdrama. Vi er netop startet optagelser på Færøerne i blæst, regn, sol og vind, plus en masse får. Det er ganske enkelt en på alle måder unik oplevelse. Men unik tror jeg også filmen bliver. Vi gør i hvert fald vores for at det sker. Så håber vi blot, publikum vil tage vel imod vores bud på et EVENTYR til næste år!

 

(Mynd: Sarah Christine Nørgaard, Scanpix)