Teir flestu leiðararnir í tí danska vinnulívinum hava góðar vónir um gongdina hjá teirra fyritøkum í seinna hálvári í ár. Teir vænta, at bæði framleiðslan, umsetningurin, avlopið og útflutningurin fara at veksa.
Tað sæst í einari kanning, sum felagsskapurin hjá vinnulívsleiðarunum hevur gjørt. Í henni siga 56 prosent av teimum spurdu, at teir vænta sær størri vøkstur í seinna hálvári.
-Kanningin vísir, at vit eiga at vera bjartskygd, og at vit kunnu vænta vøkstur í Danmark, sigur formaðurin í felagnum Lederne, Svend Askær, við danska kringvarpið.
Vinnulívsleiðararnir eru ikki so bjartskygdir, tá tað snýr seg um arbeiðspláss. 19 prosent vænta, at arbeiðsloysið fer at minka, 69 prosent vænta, at støðan verður sum nú, 12 prosent vænta størri arbeiðsloysi.