Donsku bankarnir fáa 100 milliardir

Danska stjórnin er til reiðar at lata bankunum umleið 100 milliardir krónur fyri at halda virkseminum uppi Danska stjórnin arbeiðir við einum hjálparpakka, sum skal hjálpa bankunum burtur úr kreppuni, so vanlig viðskiftafólk og vinnulívsfyritøkur kunnu fáa lán.

Lars Løkke Rasmussen, fíggjarmálaráðharri, sigur við Jyllands-Postin, at donsku bankarnir verða noyddir at skerja útlánini 25 prosent, fáa teir ikki nýggjan kapital.

Danska vinnulívið hevur biðið politikararnar um hjálp. Sagt verður, at 33.000 fyritøkur hava brúk fyri fíggjarligari hjálp.