Øll tey fýra størstu donsku morgunbløðini, Jyllands Posten, Berlingske Tidende, Politiken og Aktuelt brúktu leygarmorgunin sínar leiðaraspaltur til at koma við viðmerkingum um samráðingarnar millum føroyska landsstýrið og donsku stjórnina, ið sum kunnugt slitnaðu hóskvøldið.
Og eins og eftir hini trý samráðingarumførini var tónin mótvegis føroysku samráðingarnevndini, og stundum eisini føroyingum sum heild, ikki serliga blíður eftir fjórða og seinasta samráðingarumfarið.
Summi av bløðunum undraðu seg á grundgevingina hjá føroysku samráðingarnevndini fyri at slíta samráðingarnar, meðan okkurt bara undraði seg á føroysku politikararnar sum heild.
Politiskt óbúnir føroyingar
Tað blaðið, ið hevði størstu kanónirnar frammi leygamorgunin, var Jyllands Posten, sum alt samráðingartíðarskeiðið hevur stuðla donsku stjórnini fult og heilt í hennara handfaring av støðuni.
Undir yvirskriftini »Storhedsvanvid« nýtir blaðið millum annað høvið til at skjóta eina kúlu eftir tí óhepna leikluti, sum føroysku fólkatingsumboðini fingu undir donsku stjórnaskipanini eftir farna fólkatingsval.
Við orðunum: »Det var netop færingernes trang til at blande sig i Danmarks indre anliggender - som sædvanligt for egen vindings skyld - der ved det seneste valg sikrede Poul Nyrup Rasmussens forbliven som statsminister« letur blaðið føroyingar vita, at soleiðis koma allar dáragerðir einaferð aftur um brekku, og brotið endar við einum ynski um at »de sælvstændighedsivrige færinger« nú hava lært at halda fingrarnar frá komandi donskum stjórnarskipanum.
Politiska hegnið hjá løgmanni og landsstýrismanninum í sjálvstýrismálum fær eisini eina yvirháling frá Jyllands Posten, ið heldur, at føroysku samráðingarleiðararnar frá byrjan hava víst at teimum vantar ta grundleggjandi politisku búgving, ið krevst fyri at handfara eitt so stórt mál sum loysingina frá Danmark.
Kallsberg og Hoydal møsna
Politiken brúkar fyribirgdið »Tågesnak« sum yvirskrift í sínari viðmerking til seinasta samráðingarumfarið á hesum sinni millum stjórnina og landssýrið.
»Tågesnak«, sum á føroyskum stutt sagt merkir møsn, sipar í leiðaranum hjá Politiken til grundgevingina hjá føroysku samráðingarnevndini fyri at slíta samráðingarnar.
Blaðið er av teirri fatan, at ein avtala um føroyskan sjálvavgerðarrætt ikki var nøkur fortreyt, men hinvegin sjálvt málið við teimum sjey mánaðar longu samráðingunum millum donsku stjórnina og føroyska landsstýrið, og ger vart við, at føroyska grundgevingin fyri at slíta samráðingarnar tískil er at rokna sum møsn í sunnaru helvt av ríkisfelagsskapinum, sum blaðið málber seg.
Aktuelt mælir til nýval
Berlingske Tidende lat stóru orðini liggja eftir í leiðaranum leygarmorgunin, men nýtti tó høvið til eisini at undrast um atburðin hjá føroysku samráðingarnevndini. Blaðið kallar tilboðið hjá donsku stjórnini um fýra ára skiftistíð fyri »vinarligt« og avtrappandi blokkstuðulin hesi fýra árini fyri eina »gávu« og skilir ikki at føroyska samráðingarnevndin fer heim í illsinni.
Blaðið loyvir sær tó at gera gitingar um at støðan, sum nú er íkomin, er úrslit av einum ynski frá føroyska landsstýrinum um at fáa okkurt slag av samanbresti í lag millum Danmark og Føroyar undan fólkaatkvøðuni um loysing komandi ár.
Aktuelt er eisini av teirri áskoðan, at føroyska kravið um at danska stjórnin viðurkendi føroyskan sjálvavgerðarrætt bert var ein máti hjá føroyska landsstýrinum at fáa sær eina undanførslu fyri at slíta samráðingarnar.
Aktuelt sigur kravið frá føroysku andstøðuni um nýval vera væl skiljandi. Blaðið heldur at tá føroyska landsstýrið nú hevur sett seg sum garant fyri at skapa eitt betri grundarlag undir loysingini, so átti tað at tikið avleiðingarnar og latið veljaran koma til orðana, nú tað ikki eydnaðist at halda sítt lyfti.
Sjónarmiðini sum tey fýra stóru donsku morgunbløðini bóru fram leygarmorgunin vóru sum heild umboðandi fyri tað uppfatan, sum danskir fjølmiðlar hava bygt síni tíðindainnsløg á teir tveir dagrnar, sum samráðingarnar millum donsku stjórnina og føroyska landsstýrið var høvuðsevni í tíðindaflutninginum.
Undan fjórða samráðingarumfari var so at siga einki gjørt burturúr, men so skjótt tað spurdist, at luftin kring samráðingarborðið var kaldari en nakrantíð áður, varð nógv ljós kastað á tær nú slitnaði samráðingarnar.