Donsku Sosialdemokratarnir ein frammaná

Fyri fyrstu ferð nakrantíð vísir ein meiningakanning í Danmark, at Danski Fólkaflokkurin er betur umtóktur millum veljararnar enn Sosialdemokratarnir.

Í kanningini, sum er gjørd fyri metroXpress, siga 17,4 prosent av teimum spurdu, at tey høvdu atkvøtt fyri Danska Fólkaflokkinum, um fólkatingsval hevði verið nú. 17,2 prosent høvdu atkvøtt fyri Sosialdemokratunum.

So seint sum seinasta sunnudag gav ein kanning Danska Fólkaflokkinum 14,3 prosent og Sosialdemokratunum 20,5 prosent.

Eftir teirri nýggju kanningini hevði Lars Løkke Rasmussen komið aftur í forsætismálaráðið við stuðuli frá 103 tinglimum, hevði val verið nú. Núverandi samgongan og Eindarlistin høvdu fingið 72 umboð í Fólkatingið.