Dóttir Elvis Presley er deyð 54 ára gomul

Einasta barnið hjá Elvis Presley, Lisa Maria Presley, er deyð. Fyri bara tveimum døgum síðani var hon til Golden Globe við mammu síni.

Her sæst Lisa Marie Presley (til vinstru) saman við millum annað mammu síni, Priscilla Presley (í miðuni), og sjónleikaranum Austin Butler (til høgru) í TCL Chinese Theatre í Los Agelesn í juni. - Foto: Jordan Strauss/Ritzau Scanpix

Sangarin og sangskrivarin Lisa Marie Presley, dóttir Elvis Presley, er deyð 54 ára gomul.

Tað upplýsir mamma hennara, Priscilla Presley, fyri blaðnum People.

– Tað er við tungum hjarta, at eg eri noydd at bera hesi ræðulig tíðindi um, at vakra dóttir mín, Lisa Marie, er farin frá okkum, skrivar Pricilla Presley í einum boðum til People í nátt okkara tíð.

Sambært blaðnum var Lisa Marie Presley í gjár í skundi við sjúkrabili koyrd frá heimi sínum í Calabasas í Kalifornia til eitt sjúkrahús eftir ein hjartatilburð.

Fyri bara tveimum døgum síðani hevði hon verið til Golden Globes við mammu síni og sjónleikaranum Austin Butler, sum spældi høvuðsleiklutin í filminum »Elvis«.

Har vann tann 31 ára gamli Butler virðisløn fyri besta sjónleikara fyri leiklut sín sum Elvis Presley í biografiska filminum hjá Baz Luhrmann um kongin av rock'n'roll.

Lisa Marie Presley varð fødd í Memphis, tennessee, 1. februar í 1968. Júst níggju mánaðir eftir brúleyp foreldranna.

Tá gekk væl hjá pápanum, men Lisa Marie og heimurin anars fingu ikki gleði av honum serliga leingi. Í august í 1977 varð hann funnin deyður í heimi sínum, Garceland, í Memphis.

Níggju ára gamla Lisa Maria var heima, tá tað hendi. Tá høvdu foreldur hennara verið skilt í fýra ár.

Elvis Presley lat stóran arv eftir sær. Pápi hansara og seinni Priscilla Presley stýrdu búnum. Tá Lisa Maria varð 25 ár, var hon einasti eftirverandi arvingur til Elvis-ognirnar, sum tá vóru upp á umleið 100 milliónir dollarar.

Lisa Marie Presley livdi eitt rokmikið lív við stjørnudusti.

Hon royndi at ganga í fótasporum pápans sum tónleikari. Men tað gekk ikki so væl, ikki í nær námind so væl sum hjá pápanum.

Í yrkisleið síni gav hon út tríggjar útgávur.

Hon hevði fýri miseydnað hjúnarbond, teirra millum 21 mánaðir við Michael Jackson og tríggjar mánaðir við sjónleikaranum Nicolas Cage.

Áðrenn hon giftist við Michael Jackson var hon í seks ár gift við tónleikaranum Danny Keough, sum hon eigur tvey børn saman við.

Í 2006 giftist hon við Michael Lockwood, sum spældi gittar í orkestrinum hjá henni. Tvey ár seinni føddi Lisa Marie Presley tvíburar, men hjúnabandið helt ikki. Hon og Lockwood vórðu skild í 2016.

/ritzau/

 

Her sæst Lisa Marie Presley (til vinstru) saman við millum annað mammu síni, Priscilla Presley (í miðuni), og sjónleikaranum Austin Butler (til høgru) í TCL Chinese Theatre í Los Agelesn í juni. - Foto: Jordan Strauss/Ritzau Scanpix