Hvar verða jólini hildin í ár?
- Jólini í ár verða hildin í Brüssel. Miðlingadótturin Vár hevur búð í Brüssel í nøkur ár saman við maka og tveimum abbabørnum. Hon starvast sum løgfrøðingur í ES-parlamentinum.
Tað sigur Egil Olsen.
- Tað hugnaliga við at halda jól í Brüssel í ár er, at eisini elsta dótturin Lív, sum býr í Havn, verður í Brüssel saman við maka og tvíburðunum, Eyðuni og Herthu.
Egil sigur, at sonurin, Meinhard, kemur úr Kolding í Danmark, har hann er fulltíðar yrkisleikari. Hann kemur saman við Luka, sum hann er pápi at.
- Eg haldi, at eg eri heppin at halda jól saman við mínum trimum børnum og fimm abbabørnum.
Hvat verður etið um jólini?
- Eg dugi ikki rættiliga at siga, hvat verður á skránni allar jóladagarnar, men tað er eydnast at skaffa tríggjar dunnur úr Føroyum. Restina finna vit nokk útav, sigur hann brosandi.
##med2##
Hevur tú eitt jólaynski?
- Persónliga havi eg eitt ynski um, at heilsustøðan verður betri komandi ár. Eg ynski eisini, at tað má ganga øllum væl, og at friður verður aftur í heiminum.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Jólini eru ein gleðistíð, har vit hittast og hugleiða um tað, sum er farið – um tað, sum er nú og hava ynskir og tankar um framtíðina, sigur Egil Olsen, sum er kendur úr føroyskum vinnulívi.
(Fleiri svar eru í VikuskiftisSosialinum - jólablaðnum - sum fæst til keyps í blaðsølunum)












