Ein ferðsluvanlukka í gjár kravdi eitt mannalív.
Vanlukkan hendi stutt sunnan fyri Hósvík klokkan hálvgum níggju gjáramorgunin.
Ein maður var á veg norðureftir í fólkavognslastbili við last, og suðureftir kom ein størri lastbilur.
Alt bemndir á, at ein misskiljing var orsøkin til, at bilarnir brustu saman.
Maðurin í tí minn bilinum varð beinanvegin fluttur á Landssjúkrahúsið, men hann doyði ein tíma eftir.
Maðurin var tann 32 ára gamli Jens Olsen úr Kollafirði. Hann var giftur og átti trý smá børn.