Landið hevur ríkar møguleikar. Tað er stórt og fruktagott. Og tað tykist, sum fólk fegin vilja nærkast vesturheiminum í skundi. Men tað tekur sína tíð at byggja eitt nútíðar samfelag upp.
Í stóran mun heldur tú teg vera staddan í Vestureuropa, tá tú ferðast í størru polsku býunum. Men tá komið verður út á bygd, sæst skilliga, at her hevur tann endurbygging, sum býunum hevur verið fyri, ikki rokkið. Og serliga eru tað tekjurnar, sum tykjast hava verið fyri vanbýti. Eitt heldur løgið fyribrigdi, men soleiðis háttað, at ferðamaðurin leggur merki til tað.
Bilurin stendur í túninum. Og tað er ikki bara einhvør tilvildarligur Trabant ella Lada, uttan ein rímiliga nýggjur vesturlendskur bilur. Nógvir týskir, sum vera man. Men eisin japanar hava verið her og selt.
Sum tað hækkar upp frá túninum tykist støðið at lækka nakað. Vindeyguni eru ikki øll nýggj, og takið er í rættiliga nógvum førum vánaligt.
Men inni í býunum kennir tú teg eins og heima. Her er alt, tú kanst koma í tankar um. Gøtur og bygningar kundu fyri tað verið í Århus ella Hannover. Í grundini kennist tað eins og at ganga í eysturríksku alpudølunum at ferðast her polsku megin Kekkiska markið.
Gróðrarlíkindini her eru ófør. Dalurin vendir suðureftir, greiðir vertur okkara frá, so tann kaldi norðanvindurin fær ongantíð veruliga høvdið fyri seg her. Og tað sæst eisini afur á urtagørðum og parkum allastaðni. Rættiliga vakurt og hugnaligt.
Skundislig fráferð
Komi rennandi út til »gate'na« í Kastrup, har ferðaleiðarin stendur við einum feðaseðli til Wroclaw. Skulu flúgva við Cimber Air, og eg var ov seinur til Kastrup. Kom úr Mariehamn á Álandi umvegis Stockholm, og allan vegin var flogfarið seinkað. Tað byrjaði í Mariehamn. So úrslitið gørdist, at eg fór úr Kastrup uttan annað viðføri enn teldu og myndatól, sum var í hondviðførinum. Ferðaleiðarin hevði skrivað meg inn í Kastrup, uttan at eg var til staðar.
Ája, vit lenda á flogvøllinum uttan fyr Wroclaw suðuri í Pólandi, har bussur frá hotellinum, vit skulu vitja, stendur fyri okkum. Vit fara ein túr inn í miðbýin í Wroclaw, áðrenn vit koyra teir umleið 100 kilometrarnar til Polanica Zrój, sum eingin okkara í ferðalagnum, uttan ferðaleiðarin, sum er polakkur búsitandi í Danmark, hevur hoyrt um áður.
Lufthavnin í Wroclaw er lítil. Ikki stórvegis meira enn í Vágum, og har vóru heldur eingi størri flogfør at síggja soleiðis. Propelflogfør, ið flugu innanlands fyri tað mesta. Og so ruta til München og Kastrup. Onkrir hissini handlar við slíkum, sum vanliga fæst í eini floghavn. Men prísirnir vóru eisini hareftir, varð lagt merki til. Einki soleiðis at fara eftir beinanveg.
Nýggjur hamur
Vit koyra inn í miðbýin í Wroclaw og verða sett av á »Vaglinum«, um vit kunnu siga so. Á stóra torginum við Ráðhúsi. Og har er sum í einumhvørjum vestureuropesikum miðaldarbýi. Hesi gomlu húsini í sera góðum standi. Nýmálað og ístandgjørd allan vegin frá kjallara til kvist.
Onkur helst seg síggja beinaveg, at byggihátturin nógvastaðni minti um tað, ein sær eitt nú í Hollandi. Smalir, høgir bygningar við spískum skjøldri.
?Jú, visti ferðaleiðarin at siga. Hesin hátturin var nógv brúktur her, tí her er tað soleiðis, at tú rindar ognarskatt eftir hvussu stór fasadan á bygninginum er. So tað ræður um at fáa fáar fermetrar út móti gøtuni. Tískil verða bygningarnir soleiðis vorðnir. Men at teir eru »charmerandi«, kann ikki takast frá teimum.
Býurin er universitetsbýur, greiðir ferðaleiðarin frá. Og tað hevði hann í grundini ikki havt fyri neyðini at sagt, tí at kalla helvtin ella so av tí fólki, vit møta, eru ungfólk, og tað er lætt at rokna út, at hetta er fólk undir útbúgving.
Onkur teirra hevur fingið sær kjans sum avísseljari. Skal vitiligt vinna sær nøkur oyru við síðuna av lestrinum. Men hvussu gongst við søluni, man vera so sum so. Hendan unga frúgvin hevur sett seg á ein stabba, og har situr hon so púra friðalig og bíðar, til onkur kemur framvið og vil frætta tíðindi. Eingin ágangandi seljari, má sannast.
Mitt í hesum prýðiliga nýístandsetta býnum, har gamlir bygningar myndaðu býarmyndina saman við gøtumarknaði, har fólk í stóran mun seldu blómur og grønmeti, var kortini einhvør skilaleysur byggimyndugleiki, sum hevði givið loyvi til at byggja ein fýrakantaðan klossa av betongi beint upp í luftina. Oyðilegði fullkomiliga myndina. Og so var sjálvandi talan um ein banka, løgdu tey flestu merki til.
Men vit frætta eisini, at av teimum londunum, sum nú standa fyri at sleppa upp í ES, er Póland á klárum fyrstaplássi, tá um mutur verður talað.
Ein stutt vitjan í eini lokalari ølstovu, niðri í einum kjallara vísti, at prísirnir, her vanligt fólk búleikast, kortini eru væl lægri enn tað, vit kenna norðantil í Europa. Og væntandi kann so vera, ugga fólk seg við, at longri vit koma burtur frá stórbýnum, lægri gerast prísirnir.
Men hvussu so við úrvalinum? er næsti spurningurin. Jú, tað fingu vit at sanna var ikki nakar »trupulleiki« hjá tí, sum hug hevði at leggja inn undir seg.
Dagurin líður og farast skal víðari. Vit finna bussin aftur og koyra so suður gjøgnum landið. Eftir fyrst at hava otað okkum metur fyri metur gjøgnum tøttu ferðsluna í Wroclaw, sum einki stendur aftan fyri Keypmannahavn í so máta.
Og landi broytist. Viðhvørt skógur. So víðar fløtur, har velt er. Síðan er fjallaryggur at síggja har burturi, og so aftur dyrkaðar fløtur.
Húsini lækka, sum vit leggja býin afturum. Í útjaðaranum fóru vit fram við teimum eyðkendu sovjetblokkunum, sum avgjørt einki prýði eru fyri landslagið. Og her úti liggja bóndagarðarnir, sum ikki eru nógv broyttir í fleiri ár.
Við tekjum, sum tú undrast á, at tey líta á. Tí at síggja til tykjast tær at skula svíkja, hvørja ferð brúk er fyri at hava tekju liggjandi á húsunum.