Hyggjarar kring Danmark hava klaga um, at Medina leygarkvøldið framførdi í eini gjøgnumskygdari skjúrtu. DR hevur nú fingið fleiri klagur frá hyggjarum kring landið, sum halda tað verða óhóskandi, at Medina leygarkvøldið trein á pallin við berum bróstum innanfyri eini gjøgnumskygdari skjúrtu.
-Vit hava fingið nakrar klagur, um at vit vísa slíkt í eini familju sending, og tað er eisini skiljandi, sigur Carl Otto Dethlefsen, sum var redaktørur á sendingini Danmarks Indsamlingen 2011.
Hann sigur, at slíkt verður ikki góðtikið einaferð aftrat.
Kelda.bt.dk