Danska kringvarpið, DR, skal spara 20 prosent næstu fimm árini, og tað hevur nógvar broytingar við sær. Í dag hevur DR sent beinleiðis frá tíðindafundi í DR býnum, har Maria Rørbye Rønn, aðalstjóri, framlegði sparingarætlanina.
Umframt at sparingarnar fara at hava við sær, at nakrar sjónvarps- og útvarpsrásir verða niðurlagdar, so verður tilfarið hjá DR eisini raðfest á nýggjum. Undirhald og ítróttur eru tey økini, ið verða harðast rakt av sparingunum.
Les eisini: Sparingar í DR: Fleiri rásir fara í søguna
DR fer at gevast við at keypa rættindi til at vísa summi stór ítróttatiltøk. Hetta kemur m.a. at raka Champions League í hondbólti og súkklukappingina Tour de France, segði aðalstjórin. Hyggjararnir verða tó ikki snýttir fyri størri savnandi ítróttartiltøk sum t.d. HM í fótbólti.
Tær smærru tíðindasendingarnar hjá TV-avisen, sum vanligvís eru klokkan 17.50 og 19.55, verða tiknar av skránni. Haraftrat verður DR 2 Dagen strikað, og í minsta lagi ein undirhaldssending um árið verður niðurløgd. Talgilda DR3 fer m.a. eisini at gevast við at senda skemtirøðina, Family Guy.
Hóast stórar niðurskeringar við undirhaldi í DR, heldur vælumtókta sendingin Bagedysten fram, avdúkaði Maria Rørbye Rønn.
Umframt hesar broytingar, so skal tað verða varpað størri ljós á danskan tónleik í útvarpsrásunum. 48 prosent av tónleikinum á P3 og P4 skal vera danskur.
10. oktober fáa starvsfólk í DR at vita, um tey sleppa at halda fram í starvi í danska kringvarpinum ella ikki. Væntandi er, at upp til 400 fólk verða send til hús áðrenn 2021. Aðalstjórin avvísti ikki, at talan kann blíva um fleiri sparingar, eftir sparingarætlanin er liðug í 2023.
Nýggi public-service sáttmálin, sum skal hava við sær sparingar á 773 milliónir komandi fimm árini, varð almannakunngjørdur av danska mentamálaráðnum fyrrapartin í dag.