Í gjárkvøldið endaði 10. sesong av sangkappingini X Factor, og sum sjónvarpsundirhald er kappingin eins væl umtókt, sum hon plagar at vera.
Danmarks Radio stendur fyri X Factor í Danmark, og DR hevur nú kunngjørt, at eitt nýtt umfar av X Factor verður næsta ár.
Sambært undirhaldsleiðaranum í DR er framvegis nógv talent eftir í Danmark til tað 11. kappingina.
- Einki bendir á, at danskarar eru troyttir av X Factor, sigur Jan Lagermand Lunde við DR.
Fleiri føroyingar hava gjøgnum árini verið profilar í kappingini, og í 2009 vann Linda Andrews kappingina.